Fredericia Dagblad: Mattias var besti leikarin

Mattias H. Lamhauge og liðfelagarnir eru nú næstaftast

Mynd: Ritzau Scanpix

Landsliðsmálverjin, Mattias H. Lamhauge og liðfelagarnir í Fredericia ferðaðust í dag suður til Haderslev fyri at spæla dyst móti Sønderjyske í donsku superliguni.

 

Tað bleiv ein tungur dystur hjá Fredericia, ið mátti leggja rygg til eitt 0-3 tap. Í steðginum var heimaliðið frammanfyri við tveimum málum, 2-0.

 

Hagtølini: málroyndir innanfyri málrammurnar søgdu 8-0 til Sønderjyske. Mattias hevði fimm bjargingar, meðan málverjin hjá Sønderjyske var ikki testaður nógv í dystinum.

 

Sambært stóra lokala miðlinum, Fredericia Dagblad var Mattias Besti leikarin hjá FC Fredericia. Hann átti sín stóra lut í, at tapið hjá Fredericia ikki var enn størri. 

 

Frá Soccerstand/Flashscore fær Mattias karakterin 6,5 (av 10). Mattias er tann leikarin hjá Fredericia, ið fær triðbesta karakterin frá Soccerstand. 

 

Fredericia er næstaftast í deildini við 11 stigum fyri 12 dystir. Fredericia hevur fimm stig upp til Randers FC, ið hevur 16 stig á sætta plássinum, ið gevur atgongd til ovara endaspælið aftaná lokið grundspæl.

 

Komandi sunnudag klokkan 13 kemur FC Midtjylland á vitjan á Monjasa leikvøllinum í Fredericia. 

 

 

 

Mynd: Ritzau Scanpix