FC Suðuroy hevur vunnið bronsuna

Alt varð avgjørt, tá ið tað endaði við trivaligum heimasigri á Vágseiði, meðan stórfavorittarnir í Giza Hoyvík kiksaðu á heimavølli

Fyrrapartin varð tað lagt upp til, at møguleikin var stórur fyri, at Giza Hoyvík á heimavølli í síðsta umfari skuldi kappast við FC Suðuroy um bronsukrónurnar í næstbestu deildini.

 

Nú er tað greitt, at tað í uppgerðini millum nummar trý og fýra ikki verður kapping um bronsukrónurnar. Tær hevur FC Suðuroy í dag tryggjað sær. FC Suðuroy vann fyri aðru ferð í ár stórsigur á heimavølli ímóti teimum næstbestu hjá NSÍ. 27. apríl var úrslitið 7-0, og tíðliga seinnapartin var úrslitið 6-0.

Búi Egilgsson setti hol á beinanvegin, og í síðstu løtu undan steðginum økti Ari Krosslá Poulsen til 2-0.

Tíggju minuttir eftir steðgin økti Teitur Krosslá Mortensen til 3-0, og so gekk skjótt. Mamuka skoraði tvær ferðir, áðrenn Ari Krosslá Poulsen staðfesti tennisúrslitið, tá ið tað restaðu tjúgu minuttir.

 

Seinni á degnum var Giza Hoyvík risa stórur favorittur á heimavølli ímóti longu niðurflutta AB. Giza Hoyvík hevði bóltin nógv, men tað eydnðist ikki at fáa hol á. Og so gekk tað, sum tað so ofta ger, tá ið annað liðið pressar og trýstir fyri at fáa mál, og tað verður ikki hugsað so nógv um verjupartin.

Jákup Højgaard í AB málinum var sannur brandur, og fimm minuttir fyri dystarlok eydnaðist tað blaðunga AB liðnum at skora sigursmálið: Jógvan Jóhannesson legði við langari sending bóltin fram til Hugin á Borg Ferber, sum rann frá verjuni og setti bóltin framvið málverjanum!

 

Tepra og óvæntaða Giza Hoyvík tapið ber við sær, at tað eru sjey stig fram til FC Suðuroy, sum harvið hevur vunnið bronsukrónurnar undan tveimum teimum seinastu umførunum.