FC Suðuroy misti á stokkinum

B36 vísti fínan hugburð og skoraði síðsta korterið trý mál, sum bóru øll trý stigini við sær

Marius Kryger Lindh skoraði 3-2 sigursmálið, tá ið B36 reisti seg og koppaði 0-2 til 3-2 sigur

Tá ið teir fóru at hvíla seg á Vágseiði var FC Suðuroy frammanfyri 2-0, og heimamenninir hildu tørn um 2-0 leiðsluna, inntil tað restaði eitt korter.

 

Sum seinni hálvleikur leið, gekk heilt nógv fyri seg í brotsteiginum hjá heimaliðnum. B36 spældi seg til nógvar góðar støður og í fleiri førum var talan um góðar málmøguleikar. Heimamenninir ofraðu seg aftur og aftur, og U-21 landsliðsmálverjin Rasmus Olsen var sera stinnur millum stólparnar.

 

Soleiðis var tað, inntil tað restaði eitt korter. Tá eydnaðist tað Pæturi J. Petersen at minka um munin eftir upplegg frá Marius Kryger Lindh. So tevjaði B36 av álvara møguleikan at vinna stig við sær aftur um fjørðin, og tíggju minuttir undan leikloki var tað miðverjin Mattias Weihe Joensen, sum javnaði til 2-2.

 

B36 helt fram við at trýsta, og í síðsta minutti var tað Marius Kryger Lindh, sum skoraði 3-2 sigursmálið. Í báðum teimum síðstu málunum var tað Mattias Hellisdal, sum átti uppleggið.

 

Fagnaðurin var stórur í B36 leguni. Leingi sá tað út til, at teir í árstalsfelagnum fóru at fara ongul í reyv til hús aftur, og nú eru teir á veg til hús við trimum stigum.

 

Vónbrotið er øgiligt í heimaleguni. Páll Thorsteinsson og Palli Augustinussen høvdu blandað kortini av nýggjum, og leingi riggaði tað væl. FC Suðuroy var frammanfyri 2-0, og heimaliðið hevði risastóran møguleika at økja um leiðsluna til 3-0. At tað ikki eydnaðist kostaði at enda øll stigini.

Olaf Godtfred legði við rimmar skoti úr 11 metrum og upp í nettakið FC Suðuroy á odda 1-0. Tá vóru 10 minuttir farnir, og eitt stórt korter seinni økti Salmundur Bech við frágera góðum frísparki um munin til 2-0.

 

2-0 leiðslan helt, inntil tað restaði eitt korter, og so var tað, at tað eydnaðist B36 at koppa øllum á høvdið og vinna 3-2.

 

FC Suðuroy – B36 2-3 (0-2)

 

1-0: Olaf Godtfred

 

2-0: Salmundur Bech

 

2-1: Pætur J. Petersen

 

2-2: Mattias Weihe Joensen

 

2-3: Marius Kryger Lindh

 

Dómari: Árni Brandsson Petersen

 

FC Suðuroy: Rasmus Olsen – Hunter Bell, Salmundur Bech, Jimmy Abdul, Emmanuel Andorful –– Fríði Holm, John Villi Wøldike Leo, Dánjal Godtfred, Olaf Godtfred, Pætur Augustinussen – Teit Hjelm

 

B36: Silas Eyðsteinsson – Bergur Poulsen, Bogi Reinert-Petersen, Mattias Weihe Joensen, Rói Hansen – Marius Kryger Lindh, Ragnar Samuelsen, Filip Djordjevic, Mattias Hellisdal, Jóhann Hansson Joensen  – Pætur J. Petersen

 

Marius Kryger Lindh skoraði 3-2 sigursmálið, tá ið B36 reisti seg og koppaði 0-2 til 3-2 sigur