FCK eru meistarar

Við útisigri í Brøndby hevur FCK enn einaferð sett seg á donsku fótbóltstrúnuna. AaB og Súni Olsen mistu eitt týdningarmikið fet við javnleiki móti FCN

Fótbóltur

 

Sum tað lagaði seg í dag, so hóvaði tað kanska FCK væl, at teir taptu fyri AaB um vikuskiftið.

Tað gav teimum nevnliga møguleika at vissa sær gullið ”heima” hjá arvafíggindunum úr Brøndby. Einasta málið á Brøndby stadion í kvøld stútaði Marcus Alback í kassan eftir frísparksinnlegg og stút upp á tvørs frá Michael Gravgaard. Eitt korter fyri leiklok sá Tobias Linderoth reytt kort, men kortini var leiðslan hjá FCK ongan tíð av álvara hótt.

Í Aalborg misti AaB týdningarmikið fet í bronsudystinum, tá teir bert megnaðu javnleik móti FC Nordsjælland. Jón Rói Jacobsen var høgri vongverji hjá AaB.

Samstundis vunnu OB og FC Midtjylland sínar dystir, og tí er bronsan nú trý stig burturi hjá AaB.