FCK økist

Egin sjónvarpsrás er næsta mál á skránni hjá stórfelagnum, sum meira enn nakað annað hevur prógvað, at eitt fótbóltsfelag er meira enn fótbóltur

 

Tá Manchester United, Lazio og onnur stórfeløg gera tað sama, hví skal FCK so ikki eisini fara í gongd.

Stjórin í FCK, Flemming Østergaard, hevur fyrr prógva, at hann ikki er bangin fyri at fara undir nýskapandi ætlanir, og nú tykist tann næsta at vera ávegis.


Egna sjónvarpsstøð

Danska Tipsblaðið skrivar nevnliga, at FCK nú er komið væl áleiðis í ætlanunum at gera egna sjónvarpsstøð.

Tað kann skoytast uppí, at hóast hetta ikki er nakar ríkandi handil hjá teimum feløgum, sum í dag hava egna rás, so verður roknað við, at hetta kann kasta nógvan pening av sær í framtíðini.

Orsøkin er heilt einfalt tann, at í framtíðini verða sjónvarpsrættindi helst ikki longur seld sum ein samlað vøra, har t.d. TV3 kann keypa øll rættindi til donsku superliguna. Hinvegin verða tað tey einstøku feløgini, sum hvørt í sínum lagi selur rættindi til sínar dystir, ella tey velja at standa fyri varpingunum sjálvi umvegis egnu sjónvarpsrás sína.

Framman undan hesum, hevur FCK longu egna útvarpsstøð.


Keypa AGF

Nýggja tøknin tykist tó ikki vera einasta økið, sum Flemming Østergaard hevur áhuga fyri.

Í samrøðu við danska Ekstra-Blaðið vísir FCK bossurin á, hvussu stórar fyrimunir tað kundi givið, um tað var loyvt FCK at keypa partabrøv í øðrum fótbóltsfeløgum, sum eitt nú kreppurakta AGF.

Fyribils verður ein slíkur handil tó av ongum, tí altjóða reglur forbjóða, at sami eigari hevur munandi ávirkan í tveimum feløgum í somu deild. Roknað verður nevnliga ikki við, at Flemming Østergaard hevur áhuga í at seta pening í eitt nú AGF, um hann ikki samstundis sleppur at hava munandi ávirkan.

Orsøkin til bannið fyri slíkum handlum er ótti fyri avtalaðum úrslitum, men hesum er Østergaard tó ikki bangin um. Hann sigur seg ikki kunna ímynda sær, at tvey feløg, har bæði leiðsla, venjari og leikarar taka starv sítt í álvara, høvdu gingið við til slíkt avtalað spæl.

Fyribils verður hesin spurningurin tó ikki aktuellur, tí lógirnar sum sagt forbjóða slíkum handlum.