FCK skal koma fyri seg í Køge

Avrikið hjá føroyska liðnum í superliguni í fyrsta umfarinum var einki at rópa hurrá fyri

Fótbólturin fór av álvara aftur á rull í Danmark í vikuskiftinum. Í dýrdarveðrinum og nógva hitanum í Parkini sóu 14.536 áskoðarar ikki serliga sannførandi FCK fáa eitt stig burturúr. Tað var eitt vónbrot.
Viborg var komið eftir javnleikinum. Teir vóru tvær ferðir á odda, og sjálvt um FCK javnaði til 2?2, tá tað restaði eitt korter, so vóru gestirnir væl nøgdir.
Tað var leingi ivasamt, um Todi Jónsson fór at vera førur fyri at spæla. Hann hevði verið skaðaplágaður og harvið hevði ikki borið honum til at venja saman við liðfeløgunum. Todi var á beinkinum frá fyrsta bríksli, meðan Peter Møller var í álopinum undir liðini á Zuma.
Todi varð skiftur inn fyri Peter Møller, tá seinna umfarið var átjan minuttir gamalt, og í 76. minutti javnaði hann til 2?2. Carsten Fredgaard, sum eisini var innskiftur, legði innfyri úr vinstru, og Todi stútaði í málið.
Í morgin fer FCK at spæla á útivølli ímóti Køge, sum roynir seg í bestu deildini fyri fyrstu ferð í seytjan ár. Todi Jónsson verður í FCK hópinum. Aftur í hesi vikuni hevur ein lítil skaði gjørt um seg. Undir venjing ólavsøkudag fekk hann eftir luftdyst ein snudd í økslina, men hetta hevur kortini ikki hildið honum burtur frá venjingini.
Dysturin í morgin verður sendur á TV3+ rásini klokkan 26.35. Køge stóð seg væl í fyrsta umfarinum. Teir vóru í Gladsaxe, har teir megnaðu 2?2 ímóti AB.
Brøndby legði leygardagin fyri sum eitt ódnarveður. Teir vunnu 3?0 í Silkeborg. Tá Brøndby fyri knøppum tjúgu árum síðani kom í bestu deildina, vístu teir leingi fínt og undirhaldandi fótbóltsspæl. Tað hava teir ikki gjørt síðstu árini. Nú er Michael Laudrup venjari, og tað sást aftur í spælinum, sum var hugflogsríkt og málsøkjandi og harvið eisini sera undirhaldandi.
Longu í dag klokkan 16 verður heimadysturin hjá Brøndby ímóti AB at síggja á TV3+ rásini. Dysturin er framskundaður, tí Brøndby mikudagin skal spæla seinna Europa Cup dystin ímóti albanska meistaraliðnum Dinamo Tirana. Mikudagin vann Brøndby 1?0 á heimavølli. Talan var ikki um serliga sannførandi sigur.
Samantaldi vinnarin av hesi uppgerðini skal spæla ímóti norska Rosenborg um eitt pláss í bólkaspælinum í europeisku meistarakappingini. Síðani lutur varð kastaður, hevur verið gjørt nógv burturúr uppgerðini millum norska og danska meistaraliðið. Mikudagurin fer at vísa, um tað verður Brøndby ella Dinamo Tirana, sum skal spæla ímóti Rosenborg.
AGF tykist hava fingið nýtt mót, síðani Poul Hansen gjørdist venjari. Fyrsta uppgávan hjá fyrrverandi Lyngby venjaranum og Farum ítróttarstjóranum var á heimavølli ímóti júst Farum, sum royndi seg í bestu deildini fyri fyrstu ferð. 8.882 áskoðarar møttu upp. Tað eru nógv fleiri, enn tað hava verið hesi seinastu soltnu árini í Århus. Teir sóu AGF vinna 2?0. Farum spældi ikki illa, men tað kom sjálvandi illa við, at teir longu á hálva tímanum mistu ein mann.
AGF fer í morgin aftur at spæla á heimavølli. Hesa ferð verður tað ímóti Esbjerg, sum tapti fyrsta heimadystin 2?1 ímóti AaB. Aalborg verður aftur í morgin á útivølli. Mótstøðuliðið verður FCM, sum á útivølli í fyrsta umfarinum tapti 2?0 ímóti OB.
Fyrsti heimadysturin hjá Farum verður í morgin ímóti Viborg.