Sambært altjóða fótbóltssøgufrøðinga og fótbóltshagtalsfelagsskapinum, IFHHS kunnu feðgarnir hjá Víkingi, Atli Gregersen og Árni Nóa Atlason seta eitt serligt met í altjóða fótbólti hósdagin klokkan 16 í Conference League dystinum móti Liepaja.
Spæla báðir er talan um dyst nr. 36 hjá feðgunum fyri besta liðið, og tað er heimsmet.
Tá er also talan um almennar kappingardystir, har báðir eru á vøllinum samstundis.
Gamla metið er 35 dystir hjá feðgum á besta liðnum hjá einum fótbóltsfelagi í einum FIFA-limalandi.
So í grundini avger høvuðsvenjarin, Jóhan Petur Poulsen sum setir liðið um Víkingur - og føroyskur fótbóltur - fær eitt heimsmet hósdagin.
Vit venda aftur við hesum evninum hósdagin. Tá er heimsmetið vónandi komið í hús saman við einum góðum úrsliti hjá Víkingi móti Liepaja.