Ummæli
Hanus Kamban
Sum hon tykist fjar - og dagandi á sakloysis fjallagrein - tíðin, tá ein gekk úti á VBV og stundum bleiv leiddur, stundum navigeraði í sjálvdrátti, inn í skaldskaparins salar, aulur, loft og krókar. Og tað berst einum fyri, sum valdaði tá altíð heyst, við turrveðri og mjørka og anga av harpiks úr lundum og urtagørðum, við pørum sveimandi úti á Molanum og einum tokulúðri, hvørs slavna gráturødd - sum fekk ein at hugsa um tann harraleysa hundin hjá Söderberg – dunaði hás, og fylt við tilverunnar markleysu melankoli, gjøgnum leyvgrindina uppi í plantasjuni:
Fura, fagurgreinað,
djúpt í viðarlund ...
Í Havnini vóru tá bara einstakir bilar, og hesi lýggju og mjúku heystarkvøldini var allur teinurin, líka frá Sjónleikarhúsinum oman á Kongabrúnnna, eitt samanhangandi, lívfrøðiligt netverk, eitt torg av spákandi, prátandi og heilsandi menniskjum. Í ungmannafelagnum Kvøldsetuni helt Sigurð Joensen fyrilestur um Gandhi, og í húsinum hjá tí nýggja Tónleikarfelagnum røddi Erlendur, floksfelagi hansara, um Trónd í Gøtu. Og har kemur Poul Eide gangandi, vakur og fattur, undir Sjónleikarhúsinum steðgar hann á og fer at práta við okkum ungu. Hann tekst í løtuni við at umseta søgur beinleiðis úr fronskum og heldur fyri, ikki sørt stoltur, um ta seinastu, eftir Mérimée, at hon var ein “tungur burður”. Hann ber fram eina reglu eftir Shakespeare, smílist og hvørvur í táminum ...
Tað var í hesum árum, ein fór at lesa tann russiska rithøvundin Ivan Turgenjev (1818-83). Forsøgan var tann, at uppi á ovastalofti í okkara húsum í Jónas Broncksgøtu, har abbi og omma høvdu búð, lá ein gomul fólkaútgáva, við verkum úr heimsins og Norðurlanda bókmentum, týddum til danskt og prentaðum, leskiliga, á breiðum, tvíteigaðum síðum. Burtur úr hesi útgávu las eg fýra av Turgenjevs skaldsøgum – Eitt reiður við aðalsfólki, 1859, Fedrar og synir, 1862, Roykur, 1867 og Nýggj jørð, 1877. Eg minnist enn, úr Royki, ta speisku lýsingina av russiskum andsmennum í Baden-Baden, sum roksutir og við glógvandi eygum og ógvisligum keipum mana fram, í abstraktum og veruleikafjarum dreymamyndum, framtíðina hjá landi sínum.
Og nú, eftir at hálv øld er liðin, er tann mest týðandi skaldsøgan hjá Turgenjev, og eitt av nítjandu aldar høvuðsverkum, komin út á føroyskum, í týðing eftir Eilif Samuelsen. Fedrar og synir verður vanliga lýst sum ein skaldsøga, ið viðger tvídrátt millum ættarlið, í hesum føri teir romantisku idealistarnar frá fyrru helvt av 19. øld og teir radikalu empirikararnar, sum stigu fram um tað mundið, lívognarskapurin, tað russiska stavnsbandið, varð avtikin, og sum settu spurnartekin við alla samtykt og siðvenju, teirra millum bæði gudstrúgv og hjúnalag.
Høvuðspersónurin í skaldsøguni, Jevgénij Vasiljitj Basárov, ið er um tretivu ár, lesur lækna- og náttúrufrøði. Tá ið bókin tekur við, er hann komin heim at ferðast, eftir at hava verið burtur í lestrarørindum í trý ár. Við honum er vinmaður hansara, tann nakað yngri Arkádij. Basárov er maður, sum ikki góðtekur nakran myndugleika, tað veri seg av verðsligum ella andaligum slag, og sum leggur sítt mesta ídni í at kanna viðurskiftir, sum kunnu málast og vigast, og sum sostatt, sambært hansara grundsjón, kunnu sigast at vera til. Skaldskapur, list, kærleiki, trúgv, tað verður alt vrakað til fyrimunar fyri eitt nú tað at fanga og skera upp froskar. Arkádij er næmingur hjá Basárov og elskar og hávirðir sín mentor.
Høvundurin letur Basárov og vinmann hansara rópa seg nihilistar, og eftir at skaldsøgan var útkomin, gjørdist hetta navnið og hugtakið brátt kent og algongt um allan tann mentaða heimin. Tá ið alfrøðilig verk eisini í dag vilja vera við, at Turgenjev smíðaði hetta orðið, er hetta ikki rætt. Orðið kemur fyrstu ferð fyri í 1733 í bók eftir F.L. Goetzius, tá í aðrari merking. Í modernaðari merking verður tað brúkt í 1799 av tí týska rithøvundinum F.H. Jacobi, sum við tí ávarar ímóti tí avgrund, sum heimspekin hjá Kant – har einki pláss var fyri Gudi, sum ivaleysum, empiriskum veruleika – kundi føra mannaættina niður í. Hetta var, stutt eftir at tað gitna panteismu-orðaskiftið var farið at brima í Týsklandi.
Í skaldsøguni fylgja vit Basárov og Arkádij á teirra ferðum gjøgnum eitt summargrønt Russland. Teir dvølja fyrst hjá pápa Arkádij, Nikoláj Petróvitj Kirsánov, sum er einkjumaður, og sum júst hevur fingið eina unga, vakra vinkonu. Seinni gista teir eina tíð á góðsinum hjá frúnni Onnu Odintsóvu, og at enda fær Basárov upp í lag at vitja foreldur síni, sum eru ovurfegin við at síggja sonin aftur. Frúgvin Odintsóva, sum á ein hátt er ein høvuðspersónur í skaldsøguni, er dømi um slag av kvinnu, sum gongur aftur hjá Turgenjev. Tí hon er høg, tignarlig, mentað, vøkur og hevur yvir sær ein dám av iva og tvítýdningi, sum gevur henni stórt vald á monnum.
Hóast bílætið av Basárov tykist í ein vissan mun foreinklað og karikerað, er hann týðiliga, um vit hyggja at bókmentunum sum heild, skyldur við persónar sum Phileas Fogg, Monte Cristo ella Sherlock Holmes. Spurningurin er sjálvsagt, hvussu slíkir brasnir beturvitarar, ið halda fast um, at 2 og 2 altíð eru 4, megna avbjóðingina, tá ið lívið sigur teimum, at 2 og 2 eru 5. Avbjóðingin í Fedrum og synum er sjálvandi tann dragandi og gátuføra Odintsóva. Hvørt Basárov kemur líka væl frá fundinum við hana sum Holmes frá sínum møti við Irenu Adler, skal ikki verða avdúkað her.
Líkasum Dostojevskij, men neyvan líka týðiliga, vísir Turgenjev við sínum persónsmyndum fram ímóti tí ræðuligu 20. øld. Basárov, við síni vanvirðing fyri tí sum frá líður liberala Arkádij, sum er “hvørki djarvur ella óndur”, og síni kós inn í eina tíð, tá “okkara dust fer at ørkymla eygu tíni, okkara skarn fer at dálka teg”, er mynd av framtíðarinnar bolsjevikkum. Høvundurin vísir, at hann gløggliga fatar tað, sum er á veg, eins og hann eisini rekur framundir, at talan ongantíð verður um áralag millum tann akademiska radikala og tann kúgaða (viðhvørt pískaða) musjikkin, sum tykist bæði at vanvirða teir intellektuellu og seg sjálvan. Tann logiska avleiðingin er - tá tann kúgaði og hjálparin ikki skilja hvønn annan - at hjálparin, ein Lenin, noyðist at seta tað einaræði á stovn, sum valdar “fæloysinganna vegna”. Restina av hesi søgu kenna vit, um ikki annað so frá Solsjenitsyn, sum andaðist fyri stuttum.
Hvat ið viðvíkir teknikki ella skrivisnild, er Fedrar og synir sera áhugaverd. Høvundurin fortelur liniert, og bregdið (t.e. plottið) er skilliga ikki hansara styrki. Hinvegin hevur bókin yvir sær lættleika, elegansu, javnvág. Hon er fronsk, sum tekstir eftir Anatole France ella Guy de Maupassant. Úr henni andar tann sakleysa tíðin, tá ið unglingar skiftu orð við eiggiligar kvinnur, í leyvsmáttum, um kærleikan og um Heinrich Heine, og síðani fóru heim sum meinaleys børn – at droyma um sama kærleika. Høvundurin sigur frá følilsum og tonkum, men letur samstundis, við tað at hann viðhvørt skrivar behaviouristiskt, lesaranum upp í hendur at týða og tolka persónarnar gjøgnum keipur og orðalag, so at lesarin ikki altíð veit, hvat hann skal halda. Herman Bang hevði Turgenjev sum lærumeistara, og tað er skilligt, at vit her síggja eina nælandi impressionismu.
Men háleittast í bókini er høvundsins kynstur at lýsa vanlig menniskju, mammurnar og páparnar hjá hansara andbráðu og ótolnu hetjum. Hesi fólkini vakna til lívs í hansara frásøgukynstri, trúskyldug, góðtrúgvin, pátrúgvin, fylt við vónum og einum kærleika so markleyst djúpum, at hann ikki tolir nándina við glerið ella knívin. Trupulleikin er bara, at tey sleppa ikki undan, og hetta ger tað næstseinasta kapitlið í bókini, har høvundurin vísir, at hann eisini dugir annað enn at meistra tann poetiska og innankáta frásøguháttin, til skakandi lesnað. Ein lítil detalja úr hesum kapitli, um eitt smáting, vísir, at Turgenjev ikki smæðir seg burtur í høllini hjá Melpomene:
Ein av hanunum, sum leikaði mest í, varð borin burtur av garðinum oman í landsbygdina. Hanin skilti einki, hví hann skuldi viðfarast soleiðis.
Fedrar og synir er klædd í eitt mál, sum er natúrligt, smidligt, fjølbroytt, í ein vissan mun óortodokst, og við einum ferili av óvanligum lýsingarorðum. Týðingin er, giti eg, ikki gjørd úr russiskum, men úr onkrum grannamáli. Undirritaði dugir ikki russiskt, og eg eri sjálvsagt ikki skøddur til at siga nakað um, hvussu trúgv hon er ímóti upprunamálinum. Eg havi tó eina viðmerking til tað føroyska sniðið, sum kanska gerst skilligast, um eitt brot verður endurgivið:
Eitt veikt lot súsaði í bløðunum á askini og rak teir bleikgyltu ljósblettirnar aftur og fram eftir tí dimma vegnum og yvir gula ryggin á Fifi. Arkádij og Kátja sótu bæði í svalandi skugganum, bert hendingaferð skygdi ein ljósrípa í hári hennara.
Kenniorðið (tann, tað), brúkt saman við lýsingarorðum og tengd at navnorðinum, er sjálvur andadrátturin í okkara vakra, føroyska máli. Týðarin følir hetta, og tí brúkar hann tað í tveimum førum, men hann hevur helst ikki hugsað medvitað um spurningin og gloymir tí í tveimum øðrum førum at brúka tað. Verður brúkið fullført, kemur sama brot at verða soleiðis:
Eitt veikt lot súsaði í bløðunum á askini og rak teir bleikgyltu ljósblettirnar aftur og fram eftir tí dimma vegnum og yvir tann gula ryggin á Fifi. Arkádij og Kátja sótu bæði í tí svalandi skugganum, bert hendingaferð skygdi ein ljósrípa í hári hennara.
Um ein lesur hetta brotið hart, er eingin ivi um, at er tað fyrsta dømið vakurt, er tað seinna smidligari, í tráð við talumálsins musikalska ljóðfall, har súrevnið sleppir ótarnað fram at málsins hjarta og fær tað at banka frítt.
Eg havi aðrar viðmerkingar, men fari at steðga her. Vit byggja, sum ein maður hevur sagt, ikki okkara land av praktiskum grundum. Tað er gleðiligt, at vit hava millum okkara hugsjónarmenn, sum av sínum eintingum og óløntir fara í holt við klassikarar sum Augustin og tann romantiska og bleytlynta góðseigaran og yrkjaran, vinmannin hjá Flaubert og Pauline Viardot, fyrimyndina hjá Henry James og Joseph Conrad – melankolikaran Ivan Sergejevitj Turgenjev.
Ivan Turgenjev: Fedrar og synir. Eilif Samuelsen týddi. Fororð André Niclasen. Forlagið Hemlið. Umbróting, prent og hefting: Føroyaprent. 240 kr.