Fegin um stigini

Týski landsliðsvenjarin helt, at skotski sigurin var uppiborin, men hann ivaðist ikki í, at Føroyar kunnu geva øllum mótstøðuliðum ein skarpan gang

Venjarin

Tað var ein ógvuliga avkláraður berti Vogts, sum eftir landsdystin leygardagin steig inn í pressurúmið á Hampden Park, har tíðindafundurin var á skránni.
Um dystin sjálvan helt hann fyri, at hann var ein glaður maður, tí stigini komu til høldar.
- Tað hevði alt at siga, tí um vit ikki fingu hesi, so var eingin nytta hjá okkum at fara til Dortmund at spæla. Vit skuldu hava trý stig, og tað var tað.
- Men annars eri eg sum heild nøgdur við dystin. Eina løtu detta vit ov langt aftur á vøllin, soleiðis at føroyska liðið fær pláss at spæla á, og tað var millum annað tað, sum kostaði útjavninga. Tíbetur fáa Barrry Ferguson og Colin Cameron togað liðið niðanaftur, soleiðis at vit aftur fáa tak á, og tá vit so skora til 2-1, gevur tað okkum endaliga yvirtakið.
Síðani varð nógv gjørt burturúr, hvussu teir einstøku leikararnir høvdu staðiðs seg, og hvussu Vogts var nøgdur um hesar, men tá so spurt varð um, hvat hann helt um føroyska liðið, hevði Berti bert rósur at bera.
- Tit hava eitt gott lið, og eg vóni, at tit kunnu hjálpa okkum við at vinna á Litava mikudagin. Eisini í dag skaptu tit nakrar møguleikar, og so leingi tað verður gjørt, so hava tit ein møguleika at vinna, segði Vogts at enda, áðrenn hann ynskti føroyska liðnum góða eydnu við seinastu royndini.