##med2##
Fyri at runda sendingina "Bátaradio" hjá FM1 av gjørdi reportarin hjá FM1, Vilmund Jacobsen samrøðu við Bárð á Steig Nielsen, ið er ein av høvuðsfyrireikarunum aftanfyri bátastevnuna í Vestmanna.
Bárður á Steig Nielsen staðfestir enn einaferð eina framúr góða undirtøku fyri bátastevnuni í Vestmanna, og standa 94 bátar tilmeldaðir umframt nógvar kampingvognar og nógvar aðrar stevnugestir.
Aðrar umstøður hava órógvað Bárð í at taka líka nógv tørn í fyrireikingunum til bátastevnuna hesaferð, men hann staðfestir gleðiliga, at nógv góð fólk í Vestmanna hava traðkað til og hava fingið alt at samvirka væl á bátastevnuni.
Omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Vilmund D. Jacobsen gjørdi við Bárð á Steig Nielsen.