Í morgin fara fakfeløg, sum hava sáttmála við Fíggjamálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag í 24 tíma samhugaverkfall. Feløgini vísa samhuga við pedagogunum, sum hava verið í verkfalli í meira enn tvær vikur.
- Tað fegnast vit um. Tað er gott, at fakfeløgini standa saman og vísa tenn, sigur Maud Wang Hansen, forkvinna í Føroya Pedagogfelag.