Fekk 1,2 milliónir í bót fyri at snýta í skatti

Ein maður gav ov lítið upp í skatti í samfull seks ár

Føroya Rættur hevur nú dømt ein mann at rinda 1,2 milliónir krónur í bót fyri at snýta í skatti.

Tað veit KvF at siga.

Talan er um ein mann, sum hevur givið ov lítið upp í skatti í samfull seks ár, og tilsamans hevur hann givið 1,2 milliónir ov lítið upp.

Tað hevur hann viðgingið seg sekan í, og hevur goldið skattin, hann skyldaði, sigur Kvf. Men har afturat skal hann eisini rinda somu upphædd í bót, sum hann hevur givið ov lítið upp í skatti, og sostatt er hann nú somuleiðis dømdur at rinda 1,2 milliónir í bót.

Afturat bótini fekk hann eina treytaða fongsulsrevsing upp á níggj mánaðir. At dómurin er treytaður, merkir, at hann ger hann einki annað revsivert hesa næstu tíðina, skal hann ikki sita.

Maðurin arbeiddi uttanlands og tað er inntøka uttanlands, hann ikki hevur givið upp í skatti.

Eyðun Mørkøre, stjóri í Taks, sigur við KvF, at hetta er størsta mál av hesum slagi, har talan er um skatt av vanligari inntøku. Men hann leggur afturat, at Taks hevur samstarvað við útlendskar myndugleikar um at fáa greiði á málinum.