Fekk 13 í verkætlan um talvfrálæru

16 ára gamla Herborg Hansen úr Klaksvík dámar sera væl at telva. Fyri knappari viku síðani gjørdist hon føroyameistari í liðkappingini hjá bæði unglingum og 3. deild, og í morgin gongur leiðin til Danmarkar, har Herborg skal taka lut í DM

Talv er ein ítróttargrein, sum mest verður íðka av monnum her í Føroyum. Tað er sera óvanligt at síggja eina føroyska kvinnu seta seg við eitt talvborð, men síðstu árini er ein ung genta úr Klaksvík komin stormandi fram í talvheiminum. Fyri einum ári síðani vann hon danmarksmeistaraheitið, og fyri knappari viku síðani gjørdist hon føroyameistari í liðkappingini hjá bæði unglingum og 3. deild, har hon telvar millum menn og dreingir.
Talan er um 16 ára gomlu Herborg Hansen úr Klaksvík, sum dámar stak væl at telva. Hon hevur gjørt talv til sína ítróttargrein, og hetta hevur eisini økt um áhugan millum ungar gentur í Føroyum. Herborg hevur verið slóbrótandi fyri ungar føroyskar gentur, og herfyri fekk hon eisini løn fyri sítt stríð innan telvingini, tá hon saman við tveimum øðrum fekk eitt 13-tal í skúlanum í eini verkætlan, sum snúði seg um talvfrálæru.

Verkætlanin
Herborg gongur í 10 flokki í skúlanum við Ziskatrøð í Klaksvík, og fyri eini tíð síðani skuldi teirra flokkur gera eina verkætlan. Herborg og tvey vinfólk hjá henni, Lilja Thorsteinsson og Jákup Klein, høvdu valt at gera eina verkætlan, sum var um talv ella talvfrálæru, og hetta gekst avbera væl, sigur Herborg.
- Uppgávan hjá okkum gekk væl. Vit gingu sera høgt uppí hana, og so hjálpti tað eisini væl, at eg kendi fleiri fólk í føroyska talvheiminum. Vit gjørdu eitt føroyskt talvblað, har vit m.a. tosaðu við Helga Dam Ziska og Jógvan Joensen, formann í talvsambandinum. Vit høvdu eisini eina grein um Garry Kasparov, og so spurdu vit nógv ung fólk, hvat tey hildu um talv. Eg haldi, at hetta riggaði stak væl.
- Harafturat gjørdu vit eisini eina DVD, sum fylgdi við talvblaðnum. Her var m.a. eitt slideshow á umframt nógv annað tilfar.
Herborg og hini í bólkinum gjørdu eisini eitt talvborð úr træi, og harafturat skrivaðu tey dagbók um, hvat tey høvdu gjørt hvønn dagin. Herborg sigur, at tey løgdu sera stóran dent á dagbókina eisini. Eingin ivi var um, at tey høvdu gjørt nógv við verkætlanina, og úrslitið var eisini har eftir. Tey fingu eitt 13-tal fyri uppgávuna, og tá kann tað ikki gerast nógv betri.

Vaksandi áhugi
Telving hevur næstan altíð verið ein ítróttargrein fyri menn. Onkrar gentur ella kvinnur hava tó verið ímillum, og Herborg heldur, at talið er vaksandi.
- Tá eg byrjaði at telva, sum heilt ung, vóru nakrar gentur, sum telvaðu í Føroyum. So við og við minkaði talið tó, og tá eg bleiv eini 13 ár, minnist eg bert eina aðra gentu, sum telvaði. Hon var av Oyrarbakka. Úrslitini hjá okkum hava tó verið sera góð, og síðstu árini er talið vaksið støðugt av gentum, sum royna at telva.
Herborg dugir ikki heilt at meta um grundina til, at fleiri gentur telva, men hon heldur kanska, at góðu úrslitini hjá øðrum gentum gera, at áhugin verður størri milum ungar gentur.
- Tað er ringt at meta um sjálva grundina til, at fleiri gentur telva í dag. Tað kann tó vera, at úrslitini, sum føroyskar gentur hava fingið, hava hjálpt uppá áhugan. Nú telva gentur í øllum førum í fleiri bygdum, so tað er ikki so gali.
Herorg heldur eisini, at tað er týdningarmikið hjá telvarum, at hjálpa teimum yngru telvarunum fram.
- Eg haldi tað vera umráðandi, at telvarar hjálpa ungum telvarum fram. Man skal royna at venja teir, soleiðis at tey ungu kunnu síggja, hvat tey veruliga duga. Tá fólk hjálpa teimum yngru, so ger tað eisini, at tey fáa fyrimyndir inan talv, og hetta økir heilt víst um áhugan ímillum ungdómin.

Skal verja danmarksmeistaraheitið
Fyri knappari viku síðani gjørdist Herborg føroyameistari í liðkappingini hjá bæði unglingum og 3. deild. Hetta eru tvey av hæddarpunktunum hjá Herborg, men hetta man neyvan vera tað størsta hæddarpunktið. Fyri á leið einum ári var Herborg nevniliga við til danmarksmeistaraheitið í talvi, og her gjørdi hon ikki matari enn at vinna kappingina.
Í morgin gongur leiðin so aftur til Danmarkar, har Herborg skal royna at verja heitið. Hon hevur góðar vónir, men væntar, at tað verður ein hørð kapping.
- Í fjør telvaði eg í næstelsta bólkinum, og tá eydnaðist mær at vinna. Í ár skal eg telva í elsta aldurbólkinum, so mótstøðan verður kanska heldur harðari. Fleiri av telvarunum, sum eg møtti í fjør, vera tó aftur við í hesum aldursbólkinum, so vónirnar eru góðar. Eg fari sjálvandi niður fyri at vinna, men tað er ringt at siga áðrenn, hvussu fer at ganga.
Kappingin er skipað á tann hátt, at hvør telvari hevur 30 minuttir fyri hvørt talv. Luttakararnr telva so nøkur talv um vikuskiftið, og sunnudagin verður avgjørt, hvør verður danmarksmeistari. Vónandi fer Herborg enn einaferð at vísa, hvør dugur er í henni við talvborðið.

Fakta um Herborg

Navn:Herborg Hansen
Føðingardagur:10. juni 1990
Foreldur:Klæmint & Merry Hansen
Skúli:10. flokki í skúlanum á Zikatrøð
Starv:Arbeiðir á kósini eina ferð um vikuna