Borgarstjórin í Sjóvar kommunu, Hans Anders Jacobsen, var á vitjan hjá Marie Hammer Johansen í morgun og handaði føðingardagsbarninum blómutyssi og eina heilsan frá kommununi

Fekk blómutyssi á 90 ára degnum

- Dagurin verður hildin heima hjá føðingardagsbarninum saman við familjuni, vita tey í Sjóvar kommunu at siga

 

Borgarstjórin í Sjóvar kommunu, Hans Anders Jacobsen, var á vitjan hjá Marie Hammer Johansen í morgun og handaði føðingardagsbarninum blómutyssi og eina heilsan frá kommununi

Í dag, mánadagin 22. juni, verður Marie Hammer Johansen á Strondum 90 ár. 

 

Borgarstjórin, Hans Anders Jacobsen, var á vitjan í morgun, og handaði føðingardagsbarninum eitt blómutyssi og eina heilsan frá kommununi. 

 

- Føðingardagurin verður hildin heima hjá Marie saman við familjuni, vita tey í Sjóvar kommunu í dag at siga.

 

Sjóvar kommuna ynskir Marie Hammer Johansen hjartaliga tillukku við 90 ára føðingardegnum. 

 

Vit kunnu leggja aftrat, at hetta er ikki fyrstu ferð, at tey í Sjóvar kommunu hava borið fólki, sum fylla 90, blómutyssi og heilsan á degnum.

 

##med2##

 

Borgarstjórin í Sjóvar kommunu, Hans Anders Jacobsen, var á vitjan hjá Marie Hammer Johansen í morgun og handaði føðingardagsbarninum blómutyssi og eina heilsan frá kommununi