Tað var ikki tað nógva av spælitíð, sum Papy Djilobodji fekk teir mánaðirnar hann var í Chelsea. Miðverjin, sum er úr Senegal, varð í heyst keyptur úr franska Nantes.
Í dag boðar Chelsea frá, at 27 ára gamli Papy Djilobodji er leigaður út til týska Werder Bremen restina av kappingarárinum.
Papy Djilobodji hevur spælt ein minutt fyri besta liðið hjá Chelsea. Tað var tá ið hann varð innskiftur í League Cup-dystinum ímóti Walsall.