Fekk gávur frá autismuflokkinum

- Eg vil ikki siga, at eg var tikið á bóli, tí eg visti, at her var vakurt, men her er jú avbera vakurt. Náttúran er so nær, alla staðni tú hyggur, sært tú eina bergtakandi sjón, sigur Maria, prinsessa, um føroysku náttúruna.

 

Hon hevur vitjað í Føroyum seinastu dagarnar í samband við at føroyska autismufelagið fyllir 25 ár.

 

Ein mun hevur hon tó merkt í mun til tá hon vitjar í Danmark. Her í Føroyum hava fólk alla tíðina gjørt nógv burtur úr at hon er fronsk.

- Øll tosa við meg á fronskum, í studentaskúlanum veittra næmingar við fronskum fløggum og syngja franskar sangir fyri mær. Her veri eg sædd sum ein fronsk prinsessa, sigur hon smílandi.

 

Hon metir seg hava fingið nógv burtur úr vitjanini í Føroyum.

- Fyrilestrarnir mikudagin vóru læruríkir. Tað var sera áhugavert at hoyra, at teir kanska hava funnið eitt autistiskt gen. Tað er jú júst í slíkum smáum samfeløgum sum tí føroyska, at til ber at gera slíkar kanningar, sigur Maria, prinsessa.

 

- Tit eiga heilt víst at vera stotl at, av tit hava so vælvirkandi autismuflokkar á miðnámsskúlanum. Tað er ein týdningarmikil liður í arbeiðinum at føra tey út í samfelagið. Tey hava øll teirra evni, teirra dreymar, sum tey hava víst mær her í dag, sigur prinsessan. Á studentaskúlanum handaði ein næmingur henni eina tekning av Kópakonuni. Ein annar vísti henni sítt handverk og gav prinsessuni eitt flættað armband við føroysku (og fronsku) litunum. Prinsessan festi tað beinanvegin um handliðið. Eisini sang ein næmingur tveir sangir fyri prinsessuni og øðrum gestum.

 

- Hetta er eitt stórt framstig og ein týdningarmikil viðurkenning av, at øll hava vit okkara dygdir og sjálvstøðuga virði. Tað er týdningarmikið fyri tey sjálvi, at tey fáa eina útbúgving. Tað er týdningarmikið fyri familjuna, at tey fáa møguleikan at fáa eitt starv og eina trygga framtíð. Alt hetta byrjar við studentaskúlaútbúgvingini, sigur prinsessan.