Fekk hjálparvenjarasessin í føðingardagsgávu

Nýggi hjálparvenjarin hjá KÍ, Agnar Frederiksen, sum bert er 23 ár, fekk starvið í boði á føðingardegi sínum í farnu viku

Mikudagin í farnu viku fylti Agnar Frederiksen úr Klaksvík 23 ár. Seinastu sjey árini hevur hann verið ungdómsvenjari hjá KÍ, har hann serliga í ár hevur fingið góð úrslit við U14-liðnum hjá KÍ. Ætlan hansara var tó, at hann í komandi kappingarári skuldi halda eitt sabbatár. Alt fekk tó brádliga eina vend, tá ið Agnar varð uppringdur av Mikkjali Thomassen.

 

- Telefonin ringdi, og eg sá, at tað var eitt privat nummar. Tá var tað Mikkjal Thomassen, sum var í rørinum. Hann spurdi meg beinanvegin, hvat eg helt um tankan at verða hjálparvenjari hjá KÍ. Mikkjal greiddi eitt sindur frá, hví hann vildi hava meg til sessin, og spurdi meg, hvat eg helt um tilboðið. Eg segði beinanvegin við hann, at hatta var eitt tilboð, ið eg ikki kundi siga nei til. Fyri meg er starvið sum hjálparvenjari hjá KÍ tað næst besta venjarastarvið í Føroyum. Leygarkvøldið skrivaði eg so undir sáttmála, sigur Agnar Frederiksen í samrøðu við Sosialin, sum kann keypast í sølubúðunum í kvøld.

 

Drúgv samrøða við nýggja og ikki minst unga hjálparvenjaran hjá KÍ er at lesa í mikudagssosialinum, ið kemur út í hvørt hús í morgin. Í samrøðuni verður millum annað nomið við, hvussu Agnar skal handfara stóra lopið frá at vera venjari hjá einum U14-liði til at vera hjálparvenjari í Effodeildini, og harafturat svarar Agnar, hvussu KÍ-leikararnir, ið eru eldri enn hann, skulu fáa virðing fyri honum.