Tíðliga í síðstu viku fekk Sosialurin vitjan av trimun ógvuliga spentum skúlabørnum. Hesi fittu børnini ganga í 3. flokki í Fuglafjarðar Skúla. Tey, sum talan er um, eru: Jenny Toftegaard, Tóri T. Traðará og Rannvá Petersen. Tey skuldu vera við til upptøkurnra av jólakalendaranum hjá sjónvarpinum; tey vera at síggja 9. desember. Sum vit skiltu, vóru tey so spent, at onkur av teimun vaknaði longu klokkan 05.00 á morgni. Tey gleddu seg at koma til Havnar og vera við til hesa spennandi jólaupptøkurnar.