Løgtingsvalið 2004
Annlis Bjarkhamar í Vági er nøgd í dag.
Hon er nøgd, hóast hon ikki akkurát fekk ta førðingardagsgávuna, hon hevði stílað eftir, nú hon týsdagin 20. januar, fylti runt.
Hendan dagin fylti hon 30 ár. Samstundis stillaði hon upp til løgtingsvalið fyri tjóðveldisflokkin í Suðuroy.
Hetta er fyrstu ferð, at hon stillar upp og tað fekk hon 145 atkvøður burturúr. Tað rakk verri enn so til ein tingsess, eftirsum Hergeir Nielsen varð afturvaldur við 217 atkvøðum.
Men tað leggur Annlis minni í sigur hon.
? Tað veldst alt um, antin eg skal hugsa um meg sjálva, ella um eg skal hugsa um heildina. Og skal eg velja ímillum mínar egnu atkvøður, ella tað, at tjóðveldisflokkurin fekk eitt so mikið gott val, at stríðið fyri føroyskum sjálvstýri kann halda fram, er ongin ivi um, hvat eg velji.
? Tað, sum hevði størstan týdning er, at tjóðveldisflokkurin hevði eitt gott val.
Sostatt er hon avbera nøgd við valið, tí úrslitið gjørdust, at tjóðveldisflokkurin gjørdust størsti flokkur í tingmannatali.
Hon er er eisini vælnøgd við at fáa 145 atkvøður.
? Tað er natúrligt at okkara umboð á løgtingi stendur sterkastur í myndini, ikki minst nú tað er komið so nógv á skaftið fyri Suðuroynna, sum ongantíð fyrr í søguni.
? Men mínar atkvøður hava so verið eitt íkast og hava gjørt sítt til at tryggja mannin í Suðuroynni, so tað eri eg væl nøgd við.
Sambandið hjálpti tjóðveldinum
Tað sá annars onki serligt út hjá tjóðveldisflokkinum fyrst í januar mánaða, tá ið tann fyrsta veljarakanningin varð almannakunngjørd, tí eftir henni fór tjóðveldisflokkurin at gerast tann stóri taparin og sambandið tann stóri vinnarin.
Tí vóru allar orsøkir hjá Annlis at stúra fyri gongdini.
? Men so hvørt sum valstríðið leið, tess meiri sannførd gjørdist eg um, at veljarakanningin fór ikki at halda.
? Ikki minst hava vit havt ein sera sannførandi formann í Høgna Hoydal, sum hevur dugað avbera væl at ført okkara boðskap fram. Men eisini nógv onnur hava ført boðskapin greidliga fram fyri fólki.
Hon heldur eisini, at hetta valstríðið prógvar, at tað ber ikki til at keypa seg til ein valsigur.
?Vit eru tann flokkurin av teimum stóru, sum hevur brúkt nógv minst av pengum upp á valstríðið. Hetta vísir, at tað er boðskapurin, sum telur.
Annars heldur Annlis Bjarkhamar eisini, at sambandsflokkurin hevur hjálpt tjóðveldisflokkinum væl í hesum valstríðnum.
?Sambandsflokkurin førdi i veruleikanum eitt ógvuliga gott valstríð fyri okkum. Tá ið teir komu við sínum boðskapi um ?farvæl fullveldið?, fingu teir fólk at steðga á og at hugsa, tí hetta var at ganga innastu kenslunum hjá fólki ov nær. At siga ?farvæl fullveldið? er tað sama sum at siga ?farvæl, hin føroyska tjóðin?. Ein slíkur boðskapur býður fólki ímóti og tað hevur havt akkurát øvugta ávirkan av tí, sum sambandsflokkurin ætlaði.
? Føroyingar eru ósamdir um, hvussu skjót sjálvstýristilgongdin skal vera, men tað, sum sambandið bað føroyingar gera, var at bakka eftir hæli og tað vilja føroyingar sjálvsagt ikki.
Annars hevur Annlis ikki heilt mist hugin til politikk, hóast hon ikki varð vald.
Tí viðgongur hon eisini, kemur tjóðveldisflokkurin í samgongu og bjóðar henni ein landsstýrissess, hevði hon sanniliga umhugsa tað.
Tað, sum hon vónar, er at tjóðveldisflokkurin og javnaðarflokkurin koma í eina samgongu við onkrum øðrum.
?Tað hevði verið tað besta fyri okkara sosial- og vinnupolitikk og eg ivist ikki í, at teir báðir flokkarnir eisini kunnu koma rættiliga langt á ríkisrættarliga økinum, men har mugu so báðir flokkar geva seg eitt sindur, sigur Annlis Bjarkhamar.