Frá klokkan 7:30 til klokkan 8:30 er Varðagøta í Havn frá Sjúrðargøtu til Pedda við Steinsgøtu einsrættað omaneftir. Tað er fyri at gera tað lagaligar í morgunferðsluni við Sankta Frans skúla.
Hesum gáaði ein bilførari eftir øllum at døma ikki eftir gjáramorgunin – og hann koyrdi niðan eftir Varðagøtu.
Men tíverri fyri bilføraran var løgreglan á staðnum, og tað kostaði honum eina bót og klipp í koyrikortið.
Annars hevur tað verið eitt friðarligt samdøgur hjá løgregluni. Enn er einki nýtt um eldsbrunan í Hornabø í Havn sunnukvøldið, men arbeitt verður framvegis við málinum, sigur vaktleiðarin á politistøðini – sum eisini sigur, at tey meta tað ikki vera neyðugt við hjálp úr Danmark at greiða málið.