Fundur millum Zelensky og Putin í Eysturríki, Sveis ella Turkalanddi

Tað heldur forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelensky.

Mynd: Andrew Caballero-Reynolds/AFP/Ritzau Scanpix

Ein toppfundur millum forsetarnar í Russlandi og Ukraina kundi verið í Eysturríki, Sveis ella Turkalandi til dømis.

 

Í øllum førum eru hetta tey londini, sum ukrainski forsetin, Volodymyr Zelensky, varpaði ljós í morgun, sambært tíðindastovuni AFP.

 

Zelensky legði afturat, at hann bert fer at hitta russiska kollegu sín, Vladimir Putin, tá Ukraina hevur fingið trygdarváttanir.

 

Mynd: Andrew Caballero-Reynolds/AFP/Ritzau Scanpix