Tað er einki sum helst, ið bendir á, at Russland ynskir við.
Í nátt søgdu ukrainskir myndugleikar, at tíggjutals dronur vóru á veg inn í ukrainskt loftrúm, og ávaringarlúðrar vóru í gongd um landið.
Men, nú morgunin upprennur, er greitt, at russisku álopini gjørdust so nógv ógvusligari enn tað.
Ukrainska loftverjan veit í morgun at siga, at Russland í nátt hevur lopið á við heili 574 dronum og 40 rakettum.
Tíðindi úr Ukraina í morgun siga, at fyribils er staðfest, at í minsta lagi eitt fólk hevur latið lív, og fleiri eru særd í álopunum.
Álopið í nátt er hitt ógvusligasta, síðan fundin millum Donald Trump og Vladimir Putin í Alaska herfyri.
Ukrainska loftverjan sigur, at 546 av dronunum vórðu skotnar niður, og tað eydnaðst eisini at skjóta 31 russiskar rakettir niður.