Fekk stóra træflís gjøgnum tjúkkan

23 ára gamli norðmaðurin, Daniel Stensland, fekk stórar træflísar gjøgnum tjúkkan, tá hann í vikuskiftinum spældi fótbólt í sonevndu KVT-høllini í Tróndheimi.

Tá hann hugdi niður yvir beinið, sá hann eina 10-15 sentimetrar langa træflís stinga út úr húðini.

- Eg gjørdist ússaligur av at síggja flísuna stinga út úr tjúkkanum, sigur hann við norska Dagbladet.

Daniel Stensland skuldi blokera fyri einum skoti, tá hetta hendi.

- Tá eg sá, hvussu vorðið var, rópti eg eftir hjálp, sigur hann.

Norðmaðurin endaði á sjúkrahúsi, har neyðugt varð at leggja hann undir skurð.

- Læknarnir høvdu ikki sæð eina slíka flís áður, men teir siga, at skurðviðgerðin gekk væl, sigur Daniel Stensland, sum verður liggjandi á sjúkrahúsi í einar tveir dagar.

Hallarvørðurin er harmur um, at hetta hendi í høllini, sum hann hevur ábygdina av.

- Hetta er parkettgólv, og vit hava ongantíð áður hoyrt um skaðar av gólvinum. Tey, sum brúka høllina, hava verið væl nøgd við gólvið, sigur hann.

Daniel Stensland er ikki samdur við hallarvørðin og vísir á, at gólvið í KVT-høllini er slitið í støðum.