Fekk stóran skaða í andlitið

Ein fiskimaður er fluttur til Danmarkar eftir at hann fekk skaða umborð

Í gjáramorgunin varð ringt av partrolaranum, Baki, til løgregluna at boða frá, at ein maður hevði fingið skaða umborð.

 

Bakur var staddur eystur av Sandoyarbankanum og setti kós ímóti Borðuni. Samstundis vórðu boð send eftir tyrluni, so hon fleyg ímóti Baki og fekk mannin umborð og flutti hann á Landsjúkrahúsið. Men løgreglan sigur, at skaðin er so mikið stórur, at maðurin er síðani fluttur til til serviðgerð í Danmark.

 

Løgreglan sigur, at teir arbeiddu í lastini á Baki, tá ið maðurin fekk eitt kar á seg og tað rakti hann í høvdið, so at hann fekk skaða í andlitið.

 

Málið verður nú viðgjørt eftir lógini um arbeiðsumhvørvið. Tað vil siga, at tað verður lýst út í æsir og so taka myndugleikarnir støð til, hvussu farast skal fram.