Fekk stórt síl á lónni

- Mølheyggjar og lógvin á Sandi eru perlur uttan sín líka, siga tey í Sands kommunu.

Í Sandoynni eru fleiri vøtn, og síl eru á teimum flestu - fyri ikki at siga á teimum øllum.

 

Vanligast er, at fólk fiska á Sandsvatni, Gróthúsvatni, Stóravatni ella Lítlavatni, tí hesi vøtnini liggja nærmast vegnum.

 

Men, tað eru eisini fleiri, sum royna eydnuna niðri á lónni á Sandi. 

 

- Mølheyggjar og lógvin á Sandi eru perlur uttan sín líka, siga tey í Sands kommunu.

 

Á Facebook-síðuni verður sagt, at her standa javnan bæði síla-og laksafiskarar, og til tíðir er eisini fongur at fáa.

 

- Nú um dagarnar fekk ein av okkara egnu, Allin Simonsen, eitt sera stórt síl, sum vá átta pund og var 80 sentimetrar langt, verður lagt aftrat.

 

##med2##

 

Her stendur Allin Simonsen, sum er í starvi hjá Sands kommunu, við stóra sílinum.