Fekk tveir kassar og mátti bjóða ein kassa

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr samrøðu við fegna tvímálsskjúttan hjá B36

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Jógvan Skeel Nolsøe, framherja hjá B36, sum skeyt tvey mál, tá B36 vann 4-1 á ÍF á ovara vølli í Gundadali í dag.

 

Lagið var gott, tá Tróndur Arge fann Jógvan Skeel Nolsøe í umklæðingarrúminum, har maðurin, sum hevði spælt sín fyrsta dyst við besta liðnum hjá B36 mátti bjóða viðspælarunum ein kassa við onkrum góðum. 

 

Jógvan Skeel Nolsøe er fegin um at verða komin í gongd við tveimum málum fyri B36, og hann heldur, at hann er partur av einum liði við svangum monnum, sum vilja gera sítt ítarsta at verða í fremstu røð.