Ferðavinna
Flogvøllurin:Kunningardiskurin á flogvøllinum veðru nú lagdur undir Felagið Vágar, sum rekur Kunningarstovuna í Vágum.
Felagið, sum hevur rikið kunningardiskin seinastu tíðina, gavst mánadagin, og vandi var fyri, at diskurin fór at lata aftur.
Nú hava so Statens Luftfartsvæsen og Felagið Vágar í felag tikið seg saman og reka diskin í felag til eftir páskir. Triðja páskamorgun tekur Kunningarstovan í Vágum yvir.
Terji Nielsen, kunningarleiðari í Vágum, sigur, at nú verður farið at lýsa eftir fólki til Kunningarstovuna og kunningardiskin á flogvøllinum. Lýst verður eftir tveimum fólkum. Hálvtannað starv verður á flogvøllinum, og eitt hálvt verður á sjálvari Kunningarstovuni aftur at leiðaranum sjálvum, sum fer at halda til har.
Tað eru ferðasmiðir, Ferðaráðið, Felgið Vágar og onnur, sum hava tikið seg saman og fíggjað kunningardiskin á flogvøllinum.
Terji Nielsen, kunningarleiðari, sigur, at áhuga og vælvild hevur ikki skortað uppá. Øll i vinnuni duga at síggja tað avgjørt neyðuga í at hava kunningardkiskin á flogvøllinum.