Um B36 mikukvøldið klárar at halda fast um sína leiðslu ímóti Birkirkara, kemur føroyska liðið víðari í Champions League kappingini, og í næsta umfari skal B36 so spæla ímóti turkiska felagnum Fenerbahce.
Í Turkalandi eru tey farin í holt við at fyrireika ferðina til Føroya, tí tey rokna við, at B36 verður mótstøðuliðið eftir 3-0 sigurin á Birkirkara á Malta. Og umboð fyri Fenerbahce hava vent sær til bæði B36 og Fótbóltssambandið í sambandi við ferðina til Føroya.
Fenerbahce hevur biðið um hundrað rúm til at hýsa stóra ferðalagnum, sum umfatar spælarar, venjarar, leiðarar, fjølmiðlafólk og onnur, men tað er sera trupult at finna so nógvum fólkum innivist í Føroyum í hægstu summartíð.
NM og summargestir
Um B36 kemur víðari í kappingini, verður seinni dysturin ímóti Fenerbahce spældur í Havn týsdagin 1. august. Hetta er sama vika, sum nógvir útlendskir fótbóltsgestir eru í Føroyum.
Føroyar eru vertir fyri NM fyri U17 landslið, og ein ørgrynna av fólki kemur til Føroya í tí sambandi. Seks landslið eru í Føroyum ta vikuna, umframt dómarar, eygleiðarar og umboðsfólk av ymsum slagi.
Fótbóltssambandið hevur langt síðani syrgt fyri innivist til hesar stívliga 200 gestirnar, og FSF brúkar meginpartin av Hotel Føroyum, sum er fasta hotellið hjá FSF, og Kirjalon til at hýsa gestunum.
Hini gistingarhúsini í Føroyum hava eisini nógvar gestir í hægstu summartíð, og tí er tað næstan vónleyst at grava nógv hotellkømur fram fyrstu vikuna av august.
Hugsa um dystin mikukvøldið
Fenerbahce hevur vent sær til B36, sum teir rokna við, at teir skulu spæla ímóti, fyri at fáa hjálp at finna innivist í Føroyum.
- Vit fáa illa farið í holt við ítøkiligar fyrireikingar til dystin ímóti Fenerbahce, fyrr enn vit hava spælt seinna dystin ímóti Birkirkara. Vit kenna okkum als ikki vísar í at koma víðari, fyrr enn seinni dysturin er spældur, og tí mugu vit fyrst og fremst hugsa um uppgávuna mikukvøldið, sigur Kristjan á Neystabø, sum tekur sær av virkseminum kring besta liðið hjá B36.
- Men vit vita um, at Fenerbache fyrireikar sína ferð til Føroya, og at tað er sera trupult at fáa innivist fyri einum so stórum ferðalagi her. Í løtuni vita vit ikki, hvussu trupulleikin verður loystur, men um Fenerbahce skal til Føroya, so rokna vit við, at tað fer at bera til at hýsa teimum her, sigur Kristjan á Neystabø.
Áðrenn uppgávan ímóti turkiska stórfelagnum verður veruleiki, skal B36 tryggja sær luttøkuna í næsta umfari, og tað skulu teir gera á Tórsvølli mikukvøldið.