Seinastu tíðina hevur verið leitað eftir 31 evropeiskum ferðafólkum, sum eru horvin í Algeria. Talan er um fimtan týskarar, tíggju eysturríkarar, fýra sveitsarar, ein niðurlending og ein svia.
Í fyrstani varð hildið, at ferðafólkini mundu vera vilst í Sahara-oyðimørkini, men nú halda algerisku myndugleikarnir, at tey helst eru vorðin burturflutt. Sambært einari eysturríkskari sjónvarpsstøð eru ferðafólkini býtt sundur í tveir bólkar, men hvør hevur burturflutt tey, ella hvar tey eru, veit eingin. Burturflytararnir hava heldur ikki latið frætta frá sær.
Eysturríkski uttanríkisráðharrin, Benita-Maria Ferrero-Waldner, segði seg sunnudagin hava vónir um, at ferðafólkini framvegis eru á lívi, og í gjár segði týski innanríkisráðharrin, Otto Schilly, tað sama.