Ferðafólk í øðini inn á Strandferðsluna

Tá ið Smyril skuldi av Havnini til Suðuroyar fríggjakvøldið, valdaði sannur ruðuleiki á havnarkei. Nógvir óvitar vóru farnir umborð á Smyrli, men foreldrini fingu at vita, at tey sluppu ikki við

Suðuroyarsiglingin


Tá ið Smyril skuldi av Havnini til Suðuroyar fríggjakvøldið, stúrdi Strandferðslan fyri, at trupulleikar fóru at stinga seg.
Og rætt fekk hon, tí tað valdaði sannur ruðuleiki á havnarkei, tá ið Smyril skuldi fara.
Bjargingarstøðirnar, sum Smyril av ókendum ørsøkum misti í havið á einum túri ímillum Suðuroynna og Havnina fyri einum góðum mánaða síðani, er enn ikki komin umborð aftur.
Sostatt er ferðafólkatalið við Smyrli avmarkað til 300 fólk inntil bjargingarstøðin er komin umborð aftur.
Og hetta vikuskiftið var eitt stórt vikuskiftið í Suðuroy.
Svimjikapping fyri tey yngru úr øllum landinum var í Vági, umframt at bæði HB og ÍF skuldi suður at sparka.
Og harafturat hava skúlarnir fingið páskafrí.
Sostatt var alla tíðina væntandi, at tað fóru at vera fleiri enn 300 fólk við Smyrli suður hetta fríggjakvøldið.
Og so var.
Manning av Smyrli taldi ferðafólkið, sum kom umborð, men tá iðå teljarin vísti 300 fólk, varð noktað fyri at taka fleiri fólk við.
Og tað elvdi til ruðuleika.
?Vit vóru í teirri støðu, at fleiri av okkara børnum, sum vóru heilt niður í 8-9 ára gomul, vóru farin umborð, men at foreldrini, sum skuldu suður við, men sum máttu koyra bilarnar umborð, sluppu ikki við, tí tað var fult, sigur ein av leiðarunum, sum skuldi suður við teimum ungu svimjarunum .
Hann sigur, at hetta førdi til rættiligt álop á Smyrli og fólk trokaðu seg rætt og slætt umborð, uttan at manningin kundi gera nakað.Hann sigur, at hetta førdi til rættiligt álop á Smyrli og fólk trokaðu seg rætt og slætt umborð, uttan at manningin kundi gera nakað.
? Manningin var rættiliga kroyst, tí hon fekk onki gjørt við støðuna, so tað var heilt synd í teimum monnunum, sum skuldi forða fólki at koma umborð, sigur hesin svimjileiðarin.
Men avleiðingin av øllum hesum var, at heilt nógv fólk stóðu eftir á Havnarkei, tá ið Smyril loysti frá landi.
Hann heldur at manningi á Smyrli hevði ikk skyldina av støðuna, men tey stóðu fyrst fyri og tí fingu tey toyggið.
? Tað er leiðslan á Strandferðsluni, sum átti at at tryggja, at slíkt ikki hendi. Var avmarkað pláss, kundu teir selt ferðaseðlar í forsølu. Eitt nú hava øll ítróttarfólkini biðið um pláss frammanundan, tí tað skulu tey eftir skipanini, sum nú er galdandi, so har fóru teir fyrstu 175 ferðaseðlarnir.
Restin av ferðaseðlinum kundi verðið selt í forsølu, sigur svimjileiðarin.

Stúrdu fyri trupulleikum
Kristian Davidsen, stjóri á Strandfersluni, sigur, at longu fríggjarmorgunin stúrdu teir fyri trupulleikum, tí so nógv tiltøk vóru í Suðuroy
? Tí søktu vit Skipaeftirlitið um loyvi til at taka fleiri ferðafólk við. Men Skipaeftirlitið vildi ikki geva undantaksloyvi til fleiri enn tey 300 ferðafólkini, sum er hámarkið, til bjarghingarstøðin er komin umborð aftur.
?Annars er bjargingarútgerð umborð á Smyrli til 500 fólk, men hon er øll í sama stað á skipinum og tí vil Skipaeftirlitið ikki gera undantak.
?Tað harmiliga er, at av einum bólki sum fylgist, eru tað summi, sum fara umborð eftir landgonguni og onnur, sum fara í bilum og sostatt kann avleiðingin vera, at summi í einum bólki sita eftir.
Hann vísir eisini á, at tá ið fólk ikki sleppa við, verða tey rættiliga ágangandi viðhvørt og tað skilir hann væl.
Men sum støðan er, fáa tey onki gjørt, heldur hann. At selja ferðaseðlar í forsølu í slíkum føri sum hesum, hevur hann ikki hugsað um.
Annars heldur hann, at hesin trupulleikin skuldi verðið loystur nú, tí bjargingarstøðin kemur nú umborð aftur.
? Hon kom til landið í gjár og verður sett nú. Arbeiðið at seta hana í, skal vera liðugt í morgin ella hósdagin, so páskasiglingin skuldi verðið bjargað, sigur hann.