Ferðafólkini afturkomin

Yvirgangsatsóknin at USA 11. september í 2001 hevði millum annað við sær, at ferðafólkatalið í Meksiko minkaði nógv, men nú eru viðurskiftini um at koma aftur í rættlag.

Í fjør vitjaði 20,6 milliónir útlendsk ferðafólk Meksiko. Tað var tíggju prosent fleiri enn árið fyri og tað mesta síðani 2001. Ein stórur partur av vøkstrinum stavar frá ferðamannaskipum, sum steðgaðu á í meksikonskum havnarbýum. 7,6 milliónir ferðafólk vóru við skipunum, og tað var ein millión fleiri enn árið fyri, siga myndugleikarnir.

Inntøkurnar frá ferðavinnuni vóru næstan 60 milliardir krónur í fjør, og tað er tað mesta nakrantíð. Samstundis útvegaði ferðavinnan umleið 66.000 arbeiðspláss í fjør.