Ferðastuðulin útgoldin mánadagin

Í alt 2.563 føroyingar fáa ferðastuðulin útgoldnan frá TAKS mánadagin 11. februar 2013. Útgjaldið verður tilsamans 9 milliónir krónur.

Eftir ársskiftið broytti TAKS mannagongdina í sambandi við ferðastuðulin. Lat tú umsóknina til ferðastuðul inn áðrenn 11. januar 2013, lovaði TAKS, at tú fekst peningin á konto tann 11. februar 2013.

- Nýggja leisturin hevur eydnast væl. Vit fingu met nógvar umsóknir í januar mánað og innanhýsis hevur gingið væl at avgreiða mongu ferðastuðlarnar. Nýggi arbeiðshátturin hevur givið okkum virðismiklar royndir í skjáttuna, sum vit taka til okkum í sambandi við umsóknirnar í summar, sigur Diana Gilstón, leiðari á Kundatænastuni hjá TAKS.

Ferðastuðul verður veittur fyri ferðing, bæði á landi og sjóvegis, millum bústað og arbeiðsstað í Føroyum.

Søkt verður um ferðastuðul fyri teir arbeiðsdagar, umsøkjarin hevur ferðast millum bústað og arbeiðsstað. Tað verður ferðastuðul veittur fyri fjarstøðu yvir 20 km, aftur og fram.