Bankar skulu ikki sleppa at taka so høgt gjald, teir vilja, frá teimum, sum hava kontu í bankanum. Tað sigur Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í vinnumálum.
Í dag hevur Løgtingið umrøtt støðuna hjá bankunum og í hesum sambandi staðfestir landsstýrismaðurin, at tað hevur stóran týdning, at kunnu hava eina kontu í einum føroyskum banka, uttan at bankin krevur eitt órímilig ómaksgjald gjøld fyri tað.
Í Danmark kunnu bankarnir í mesta lagi taka 180 krónur um árið fyri at hava eina lønarkontu, men gjaldið verður prístalsviðgjørt. Í Føroyum er einki mark fyri, hvussu nógv bankarnir kunnu taka, men landsstýrismaðurin sigur, at ætlanin er at seta hetta hámarkið í gildið í Føroyum eisini.
Hann sigur, at tað gleðiliga er tó, at eingin av føroysku peningastovnum tekur gjøld fyri at hava eina vanliga innlánskontu. Onkur av teimum tekur tó eitt lítið gjald frá viðskiftafólkum, sum hava fleiri slíkar kontur, og onkur peningastovnur tekur eisini eitt lítið gjald frá viðskiftaólkum, sum ikki hava avgreiða øll síni viðurskifti í bankanum.