Ferðavinnan stríðist við vánaligar umstøður

Ein tann størsti trupulleikin, sum føroyska ferðavinnan hevur at stríðast við, er vánalig kunning til ferðafólk og møguleikarnir hjá ferðafólkunum sjálvum at kunna seg. Harafturat eru kamping- og tjaldingarmøguleikarnir út av lagi vánaligir

Hetta heldur ein bólkur, sum Tórshavnar kommuna hevur biðið gjørt eina støðulýsing og tilmæli um ferðavinnuna í høvuðsstaðarøkinum.

Niðurstøðan hjá bólkinum, ið er samansettur av umboðum fyri Greengate, Smyril Line, Vinnuhúsið, Hotel Føroyar og Hotel Tórshavn, Atlantsflog, Norðurlandahúsið og Tórshavnar kommunu, er, at føroyska ferðavinnan dregist við trupulleikar av, at kunningin ikki er nóg góð.

Stundum er hetta kunning á ymsum plássum, ófullfíggjað málslig kunning til ávísar ferðafólkabólkar og vánaligar ella ódagførdar heimasíður hjá bæði privatum og almennum aktørum í ferðavinnuni. Hetta gevur eina vánaliga mynd av Føroyum og ein varhuga av, at tilboðini er nógv færri, enn tey í veruleikanum eru. Fleiri heimasíður eru bara á føroyskum, sum útlendingar sostatt onki fáa burturúr.

Bílleggingarskipanir on-line eru eisini ein stór mangulvøra, vísir bólkurin á. Bæði at kunna bíleggja ferðina og leggja hana til rættis heimanífrá; altso áðrenn ferðin byrjar.

Ein annar trupulleiki er atgongdin til internet hjá teimum ferðandi. Sum er, er bert á nøkrum fáum gistingarhúsum, at til ber at sleppa á netið eftir afturlatingartíð um kvøldið. Hetta eigur at verða broytt, so ferðafólk hava møguleika at logga seg á alla tíðir á døgninum.

Ferðafólkini verða eisini alt ov lítið kunnaði, tá tey koma til landið. Bæði á flogvøllinum og á bryggjuni í Havn. At kunning vantar ger eisini um seg, bæði tá Norröna kemur inn, og onnur ferðamannaskip koma á Havnina.

Úrslitið er, at ongin ella vánalig samskipan er millum tilboðsveitarar og flutningsfeløgini ella cruise-veitararnar.

Eisini er vantandi skelting í Havn og úti um landið ein trupulleiki.

Kampingplássini eru vánalig. Ikki minst tað í høvuðsstaðnum úti við Strond.

Bólkurin staðfestir, at eitt nútímans tjaldingar- og kampingpláss á høgum støði við øllum hentleikum, sum til dømis grillstaði og spæliplássi í einum náttúruvøkrum umhvørvi, hevði bøtt nógv um umstøðurnar, sum vit hava at bjóða teimum nógvu ferðafólkunum, ið ferðast til Føroya á hendan hátt. Nógv av ferðafólkunum eru júst av slíkum slagi.

Umstøðurnar, sum Tórshavnar kommuna bjóðar teimum, eru á einum ógvuliga lágum altjóða støði, og úrslitið er, at steðgurin í Føroyum oftani gerst ein vánalig uppliving. Tí fáa Føroyar hvørt einasta ár nógva neiliga umtalu úti í heimi, orsakað av vánaligu kamping- og tjandingarmøguleikunum.

Bólkurin aftanfyri tilmælið vísir á, at hesi ferðafólk leggja nógv meira eftir seg, enn tað sigst, tey gera. Tí heitir bólkurin á Tórshavnar kommunu um at bøta um karmarnar hjá hesum ferðafólkabólki.