Ferðavinnufelagið um hjálparpakkan: – Vit eru sera skuffað

Ferðavinnufelagið fegnast tó um, at sóttarhaldið fer burtur 15. juni, so at ferðavinnan nú kann fara í gongd aftur

Landsstýrið hevur drálað alt for leingi við hjálparpakkunum til ferðavinnuna, og haraftrat eru hjálparpakkarnir alt for smáir. 

Tað heldur Henny á Líknargøtu, forkvinna í Ferðavinnufelagnum.

– Vit eru sera skuffað um hjálpina. Lond sum Danmark og Norra hava langt síðani fingið sínar hjálparpakkar útgoldnar. Tað hevur slett ikki verið eitt longri kjak um, hvussu pakkarnir skulu síggja út. Í Føroyum hevur mann fyri tað fyrsta bíða alt, alt, alt for leingi, og fyri tað næsta eru hjálparpakkarnir alt for smáir, sigur Henny á Líknargøtu.

– Landið blívur við at kalla hetta hjálparpakkar. Men hetta er í prinsippinum endurgjald fyri fastar útreiðslur. 

Løgmaður boðaði í dag eisini frá, tilmælið um at fara í sóttarhald, tá mann kemur til Føroya, verður strikað 15. juni. Hetta fegnast Ferðavinnufelagið um.

– Vit eru ótrúliga fegin um, at sóttarhaldið er tikið burtur, so at ferðafólk nú aftur fara at sleppa inn í landið. Sóttarhaldið er fyritreytin fyri at vit yvirhøvur fáa nakra ferðavinnu, sigur Henny á Líknargøtu, sum saman við starvsfeløgunum nú fer í holt við at fyrireika ferðavinnuna í summar. 

– Nú fara vit í gongd við at bjarga tí, sum bjargast kann. Vit fara at gera okkara fyri at fáa so nógvar nýggjar kundar sum gjørligt. Vit vænta at kunna bjarga 25% av árinum, sigur hon.

Klokkan 13 hevur Mette Frederiksen, forsætisráðfrú í Danmark, tíðindafund. Í Ferðavinnufelagnum bíða tey spent eftir, hvat hon fer at siga.

– Um Danmark fer at lata upp fyri fleiri londum, so er tað upplagt, at mann fær tey londini hendan vegin eisini. Vit hava jú somu mørk sum Danmark.