Paul Wolfowitz fer frá sum stjóri í Heimsbankanum. Í einari fráboðan sigur Wolfowitz, at hann hevur gjørt av at leggja frá sær, tí tað er tað besta fyri bankan.
Nevndin í Heimsbankanum góðtók alt fyri eitt avgerð hansara.
Ein serlig kanningarnevnd staðfesti fyrr í vikuni, at Paul Wolfowitz breyt siðvenjuna hjá Heimsbankanum, tá hann gav unnustu síni eina munagóða lønarhækking.