Ongar ætlanir eru um at tryggja kvinnum og monnum somu løn við lóg. Tað sigur Henrik Old, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum.
Katrin Kallsberg, løgtingskvinna hevur spurt hann, um nøkur ætlan er um at gera sum í Íslandi, har tey beinleiðis hava samtykt eina lóg sum tryggjar, at menn og kvinnur skulu hava somu løn fyri sama arbeiði.
Á pappírinum er tað eisini soleiðis í Føroyum at menn og kvinnur fáa somu løn fyri sama arbeiði, men ein kanning frá 2009, vísir, at í roynd og veru forvinna menn 2,9 prosent meiri enn kvinnur.
Henrik Old sigur, at í 1994 varð javnstøðulógin samtykt og har stendur, at kvinnur og menn skulu fáa somu løn og somu sømdir annars, fyri sama arbeiði. Og hann sigur at í løtuni eru ongar ætlanir um at gera meir enn tað sum stendur í javnstøðulógini fyri at tryggja monnum og kvinnum somu løn fyri sama arbeiði.
Men hann leggur afturat, at í løtuni er eru tey farin undir eitt stórverk, sum er eitt samstarv ímillum Landsstýrið, Arbeiðsgevarafelagið og fleiri fakfeløg. Endamálið við tí er at útgreina hagtølini fyri, hvussu nógvar tímar, fólk arbeiða, hvat tey fáa í løn, hvussu nógv ein arbeiðstími kostar, og hvat yvirtíðin, og onnur ískoyti, kosta. Hetta skal so kunna býtast sundur í vinnugreinar, kyn, bústað og aldur, og um talan er um almenn ella privat arbeiðspláss. Tað fer eisini at bera til at síggja hvat útlendingar fáa í løn í Føroyum.
Henrik Old sigur, at seinastu árini er barsilsskipanin munandi betri enn hon var í 2009, tá ið kanningin vísti, at kvinnur fingu 2,9 prosent minni í løn enn menn, so tað er hugsandi, at tann munurin er minkaður.
Tá ið arbeiðið at útgreinað hagtølini, er liðugt, verður helt greitt, um tað framvegis er munur á lønunum hjá kvinnum og monnum á almenna arbeiðsmarknaðinum. Og vísir tað seg, at munur er á lønini fyri sama arbeiði, fer væntandi eisini at bera til at síggja, hví so er – og so verður beint farið undir at arbeiða við tí málinum, sigur landsstýrismaðurin.