Fundur er seinnapartin, fyrst í Mentamálanevndini, síðani Fíggjarnevndini og at enda í býráðnum í Havn fyri at skunda undir bygging av nýggjum skúla á Argjum Fyrsta byggistig í verkætlanini nýggjur skúli á Hamrinum á Argjum verður nú sett í verk.
Tað er fyri at spara tíð, at vit hava eyka býráðsfund í kvøld. Undan tí verður fundur seinnapartin í Mentamálanevndini, sum síðani beinir málið í Fíggjarnevndina, og so verður tað at enda lagt fyri á eyka býráðsfundinum, sigur Heðin Mortensen.
Kloakering og planering verður gjørt samstundis, og tað passar ógvuliga væl, at tað var Articon, sum hevði lægsta tilboðið.
Hetta sparir eisini tíð og pengar, tí tá slepts undan at upprætta eitt nýtt arbeiðspláss, sigur Heðin Mortensen.
Býráðið arbeiðir við tveimum stórum skúlaætlanum, henni á Hamrinum á Argjum og einari uppi í Løgmannabreyt. Hetta eru verkætlanir fyri 400 milliónir krónur.
Til hetta fyrsta byggistigið á Hamrinum á Argjum skulu vit játta seks milliónir krónur, og tað er sum sagt fyri at spara tíð, at vit avgreiða málið í dag, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.