Ferðsla ? ferðsludeyði ? ferðslutrygd

    

Tormóð Stenberg
25. februar 2004
???????????????

So hendi tað aftur. Enn einaferð mistu Føroyar ein ungdóm í ferðsluni.
Eftir sita familja og vinir í stórari sorg. Eini sorg, ið toyggir seg yvir ta tíð, ein hevur eftir her á fold. Tað gongur long tíð, til sólin aftur sæst skína. Saknurin er har hvønn dag - alla tíðina. Onnur síggja tað kanska ikki á tær, men tey, ið kenna teg, vita betur.
Soleiðis er støðan hjá nógvum fólkum kring landið í dag, og enn fleiri eru tey, ið føldu tann ísakalda gjósturin, men akkurát sluppu undan.
Djúpar samkenslur havi eg við tykkum, ið mist hava og vil eg lýsa frið yvir tey, ið so brádliga vóru tikin frá okkum.

Samfelagið
»Meiningsleyst«, siga okur øll við ein munn, tó fullvæl vitandi um, at tað bert er ein spurningur um tíð, til sorgarleikurin endurtekur seg. Tað sær út sum um hetta er nakað, ið okur føroyingar hava góðtikið sum eina av lastunum í okkara nútíðar samfelag. Tað gongur bert stutt tíð, so er hendingin gloymd av fjøldini. Tey flestu hugsa allarhelst, at »ná hatta rakar nokk ikki meg«, men vinur mín, áðrenn tú varnast tað, so kann deyðin trína inn um tínar dyr, og hann er náðileysur.
Hetta verður sagt, tí eg, sjálvt við mínum besta vilja, ikki dugi at fáa eygað á tær átroðkandi ábøtur og tann proaktiva hugsunarháttin, ið krevst til fyribyrgjan av slíkum vanlukkum.
Ikki tí, eg veit væl at tað eru tey, ið ganga á odda fyri at bøta um verandi viðurskifti. Spurningurin er bert um tað er munagott, ið gjørt verður, og um tey, ið vísa vilja at bøta um verandi støðu, náa sínum mál-um?

Vøksturin:
Ferðslan er í dag fleirfaldað í mun til fyri bert fáum árum síðani. Nøgdin av akførum økist á hvørjum ári, og hetta sæst sjálvandi aftur í tí dagligu ferðsluni kring landið.
Akførini, ið koma til landið, hava væl av nýggjari trygdarútgerð. Framleiðararnir gera nógv burtur fyri at tryggja tey, sum í akførunum eru.
Bilasølurnar gera munagott upplýsingararbeiðið um hesa trygdarútgerð og haldi eg, at flestu familjur hugsa serliga um trygdina, tá nýtt akfar skal útvegast.
Vegakervið er nógv útbygt og kann skjótt koyrast frá enda í annan av landinum.
Men er hetta nokk?

Ábyrdaraviðurskiftini:
Eftir mínum tykki, er tað fyrst av øllum ábyrdaraviðurskiftini av vegakervinum, ið mugu leggjast á rætt stað. Og ikki minst verða góðtikin av teimum, ið starvast á hesum stað, áðrenn føroyingar koma víðari við ferðslutrygd á ein munagóðan hátt.
Tað er ikki gott nokk at siga ja, lat okkum gera nýggjar vegir og tunnlar gjøgnum fjøll og undir sund, og ikki hava projekterað trygdina inn í verkætlanina.
Eru eigaraviðurskiftini av vegakervinum í lagi?

Ferðslueftirlitið:
Munagott eftirlit er við ferðsluni á ávísum økjum og til ávísar tíðir. Hetta at løgreglan vísir seg í ferðsluni til dagligt, hevur stóra ávirkan á bilførarar og er mín vón at hesi tiltøk halda fram og enntá verða fleiri sum frálíðir. Tað er gott at bilførarar verða revsaðir fyri at koyra ov skjótt, og eisini um trygdarbeltið ikki er fest, ella annað brot verður gjørt á ferðslulógina. Vert er at nevna, at bótin er uml. 300 kr. verður tú steðgaður av løgregluni uttan fest trygdarbelti. Hvørjar kunna avleiðingarnar ikki verða, um tú ikki verður steðgaður? Avlamni fyri eftirtíðina, ella kanska deyðin. Jú, dømini hava okur fleiri.
Men er hetta nokk?

Vegakervið:
Tað er til dømis ikki nokk at seta akfarsverju í øðrum borðinum á einum vegastrekki, tí ólukkan kann verða líka stór um koyrt verður niðan av sum oman av vegnum. Verjan er til fyri at akfør ikki skulu fara av vegnum, og skuldi verið at sæð í báðum borðum allastaðni fram við landsvegnum og ikki bert í onkrum svingi ella har, ið bratt er omanav. Í summum førum eisini sum sundurskildran av ferðsluni, har óráð kunnu verða tikin við afturumlegging.
Ella tunnlarnir, ið enn ikki hava fingið ljós. Tað er eitt undur, at ikki fleiri óhapp hava verið. Hugsi serliga um Norðskálatunnilin, har sera nógv ferðsla er til dagligt.
Er hetta nøktandi?

Koyrifrálæran:
Frálæran er stórtsæð tann sama sum fyri 25 árum síðani. Nakrar dagføringar ella tilpassingar til okkara viðurskifti eru at síggja, men annars eru umstøðurnar ikki stórvegis broyttar. Her kundi tað kanska verið hóskandi við eini umlegging, soleiðis at teori og koyriskúlin bleiv partur av verðandi skúlaskipan. Tá kundi størri dentur verði lagdur á frálæru í vandum, eins og tað pedagogiska og psykiska kundi fingið fast pláss í frálæruni.

Ferðin:
Tann stóri syndarin í ferðsluni er uttan iva ferðin. Tað kann prógvast. Og at tað eru ungir bilførarar, ið eru fyri flestu óhappum, er heldur ongin loyna.
Tað kann so nógv verða sagt um hetta evni, men heilt stutt, so haldi eg, at størri orka skuldi verið løgd í at fingið ungdóminum eina koyribreyt, meir enn nakað annað. Tá hevði ungdómurin sloppið av við ferðsjúkuna á øðrum stað enn á tí almenna vegakervinum.
Ein koyribreyt kann eisini brúkast í frálæruni til koyriroyndina.
Alt gott um tey tiltøk, ið eru frammi nú viðv. fyribils koyriloyvi ella klippikorti fyri brot á ferðslulógina. Vónandi vinnur okkurt av hesum frama.

Samanumtikið:
So um føroyingar, ella tey í ráða fyri borgum, halda, at væl stendur til við ferðslutrygd her á landi, so kann upplýsast um, at okur eru langt í frá at verða komin á mál. Havi ferðast kring knøttin í nógv ár og er eyðsæð, hvussu langt aðrar tjóðir eru komnar í mun til okkum, tá hugt verður eftir tryggleikanum í ferðsluni.

Vegakervið er komið fyri at verða, men vanlukkurnar góðtaka okur ikki.
Tær skulu í nógv størri mun fyribyrgjast.
Tað finst eingin einføld loysn, men uttan at fara í smálutir, so kann hetta gerast við munagóðum broytingum í koyrifrálæruni, broytingum í ferðslulógini og betran av vegakervinum. Og til síðst, men tó ikki minst, so má í øllum førum ein hugburðsbroyting til hjá okkum, fyri at hetta skal vinna frama.
Her eftirlýsi eg eini ferðslumentan, sum føroyingar kunnu verða stoltir av, og har deyðin ikki er so stórur partur sum í dag.
Kundi hetta ikki verði ein málsetningur hjá okkum øllum?
Ikki tí at eg, í míni sorg, ætli mær at leggja eftir nøkrum, men eg kann ikki lata verða við at vísa á tað neyðuga samarbeiðið, ið tó ikki er serliga sjónligt í dag, og tann felags málsetning, ið má verða millum landsins myndugleikar sum ábyrgdarar, - Landsverksfrøðingsstovnin, Ráðið fyri Ferðslutrygd, Koyrilærarar og Løgregluna, fyri at betra um ferðslutrygdina.
Hugsi ikki bert um, hvussu órættvíst tað er fyri tey, ið fara og tey, ið missa.
Munagott og málsøkið arbeiði skal til fyri at minka um vandarnar í ferðsluni, tað er eyðsæð, men latið nú ikki málið verða so stórt, at tað ikki kann røkkast.
Latið okkum fáa gongd á, áðrenn sorgarleikurin endurtekur seg, tí missin av okkara blómandi ungdómi kann ikki telvast um.
- Eg skrivaði hesa grein 21. septembue í fjør, men kom hon ongantíð í blaðið. Tó haldi eg hana vera líka viðkomandi nú, sum tá.
Síggi, at Ráðið fyri Ferðslutrygd er frammi við uppskoti um arbeiðsbólk, ferðsluni til frama. Alt gott um tað, og síggi eg hetta sum eina byrjan til at avvarðandi myndugleikar og onnur kunnu koma saman í forum at viðgera ferðslutrygd.
Utta iva kann nógv gott spyrjast burturúr.