Ferðsluátak í næstum

Løgreglan fer í næstum at gera eitt ferðsluátak kring landið, har serligur dentur verður lagdur á dekkini á bilunum.

Farna mánaðarskifti var freistin fyri at fáa píkadekkini undan bilunum úti. Tó gongur tað mangan striltið hjá mongum at fáa skift dekkini, men nú fer løgreglan at kanna eftir, um hetta er gjørt.

Kuldin hóttir framvegis
Á politistøðini í Havn verður sagt, at løgreglan í næstum fer at gera eitt ferðsluátak, har teir fara at gera tær sonevndu paragraf 13 kanningarnar. Í sambandi við hesar kanningar verður serligur dentur lagdur á, at píkarnir eru komnir undan bilinum.
Tað kann kanska tykjast eitt sindur løgið, at píkarnir skulu undan bilunum, hóast kuldin framvegis hóttir, og kavin framvegis sæst í fjøllunum. Men vakthavandi á politistøðini í Havn sigur, at hóast tað framvegis kann verða hálka í mai mánað, so er einki hol í lóggávuni, sum ger tað møguligt at geva undantaksloyvi í sambandi við hálku í mai. So tað ræður um hjá øllum, ið enn ikki hava fingið píkarnar undan, at fáa hetta gjørt sum skjótast.