Í morgun hendi ein ferðsluvanlukka undir Valaknúkum millum Skálafjørð og Skipanes. Tríggir bilar stoyttu saman, og ein kvinna, sum koyrdi einsamøll í einum bili, lat lív. Ein maður, í einum vøruvogni, koyrdi aftanfyri hana, og vóru bilarnir á veg suðureftir móti Runavík.
Ein bilur við trimum kvinnum kom koyrandi ímóti teimum. Hesin bilurin rendi frontalt saman við bilinum, sum kvinnan koyrdi. Maðurin aftanfyri kláraði ikki at steðga og rendi í reyvina á bilinum. Sostatt kloymdist kvinnan ímillum tveir bilar, og hon doyði á staðnum.
- Av onkrari orsøk koyrdi bilurin, sum fór norðureftir, á skeivari breyt. Vit vita als ikki orsøkina til hetta. Tær tríggjar fóru allar við sjúkrabilinum til Havnar. Tær eymkaðu seg av pínu, men vónandi er støðan ikki so álvarslig. Maðurin slapp undan ferðsluvanlukkuni uttan stórvegis skaða, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Runavík.