Týsdagin lata valhølini upp kring landið, so vit kunnu velja til bý- og bygdarráð.
Kommunuval er hendan dagin, tá ið veljararnir skulu seta kross við tey valevnir, sum tey ynskja skulu stýra kommununum komandi fýra árini.
Mest fokus er á valstríðið í Havn, har Javnaðarflokkurin seinastu fýra árini, einsamallur hevur sitið við meirlutanum. Heðin Mortensen hevur sitið á borgarstjóraaskrivstouni seinastu 12 árini - ella trý valskeiðini.
Valfundir hava í kvøld verið í fleiri støðum. Fyrr í dag vóru valevnini í høllini á Hálsi, har hópur av skúlaungdómi lurtaði eftir, hvat valevnini høvdu at bjóða.
Í kvøld hevði Pedagogfelagið fund á Hotel Hafnia og leygarkvøldið er stórt valkvøld á Reinsarínum.
Mánakvøldið verður seinasti stóri valfundurin á Torginum í SMS.
Kring landið eru eisini valfundir nú. Í gjárkvøldið var fundur í Klaksvík, í Fuglafirði, á Sandi, á Skála og í Gøtu.
Áhugin fyri at sleppa í býráðini kring landið er stórur - millum annað stilla 14 tingfólk upp í ymsu kommununum. Orsøkin er helst, at kommunurnar eru betur fyri fíggjarliga og møguleikarnir at fáa ymiskt gjørt eru størri enn teir hava verið í mong ár.