Nora skipaði fyri ráðstevnuni, saman við Visit Faroe Islands. Ráðstevnan var fullteknað við 120 luttakarum. Ein triðingur komu úr hinum Norðanlondunum, nøkur komu eisini úr USA og skotsku oyggjunum. Halla Nolsøe Poulsen er stjóri í Nora. Hon heldur, at tað er tørvur á at arbeiða við hesum evninum.
Ferðavinnuveitarar úr Norðanlondum greiddu frá, hvussu tey hava skipað ferðavinnutilboð, sum knýta seg at sjónum.
– Tey vísa á amboð til at lyfta ferðavinnuna fram í hesum høpi. Tey sum løgdu fram høvdu øll megna at skipa ferðavinnuna, á ein framúrskarandi hátt.
Til slíkar ráðstevnur er góður møguleiki at koma í samband við onnur sum arbeiða í ferðavinnuni.
Sí fleiri myndir frá ráðstevnunið in.fo - fyrst og fremst
– Føroysku veitararnir koma at kenna teir útlendsku og hoyra um hesi dømini. Meiningin er, at framløgurnar skulu geva íblástur, soleiðis at luttakararnir fáa tikið hesi dømini við í sítt arbeiði, sigur Halla Nolsøe Poulsen.
Umframt NORA og Visit Faroe Islands, hava Norðurlendska Ráðharraráðið og Tórshavnar kommuna stuðlað ráðstevnunið.
##med2##
##med3##













