Ferdinand verður við

Alex Ferguson sigur, at Rio Ferdinand byrjar inni í kvøld

Fótbóltur

 

Í kvøld kl. 19.45 spælir Manchester United seinnu fjórðingsfinaluna ímóti FC Porto á Estadio do Dragao Leikvøllinum í Porto. Fyrra fjórðingsfinalan á Old Trafford Leikvøllinum í Manchester endaði við javnleiki 2-2, og hevur Porto sostatt eitt ógvuliga gott útgangsstøðið.

Venjarin, Alex Ferguson sigur við BBC, at Rio Ferdinand byrjar inni í kvøld. - Nú fáa vit aftur samstarvið millum Rio og Nemanja Vidic upp at koyra. Hetta samstarvið hevur verið hornasteinurin í frálíku avrikunum hjá verjuni hjá okkum, sigur Alex Ferguson.

Fyri Alex Ferguson er tað stórtíðindi, at Rio Ferdinand er tøkur aftur. Fyrr í kappingarárinum spældi Manchester United 14 dystir á rað, uttan at lata eitt mál inn. Men skaðar og leikbann hava gjørt tað møguligt hjá mótstøðuliðunum at skora í fimm av teimum seinastu fimm dystunum, sum United hevur spælt.

- Vit halda, at Rio er klárur. Hann vandi bæði fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin. Spælið hjá Rio er á einum høgum støði, so tað fer at gera mun, at hann verður við, staðfestir Ferguson.

Um United vinnur í kvøld, so vera teir fyrsta enska liðið, sum vinnur á Porto á Estadio do Dragao Leikvøllinum. Porto eru ósigraðir í 20 teimum seinastu dystunum, og teir liggja væl fyri at vinna tað fjórða portugisiska meistaraheitið á rað. Porto manglar bert ein spælara, og er talan um verjuspælaran, Jorge Fucile.