Stór elementir skulu flytast úr Runavík

Í kvøld skulu stór elementir flytast frá økinum við fótbóltsvøllin við Løkin og inn til Glyvra skúla

Í dag boðar Runavíkar kommuna frá, at stór elementir í kvøld skulu flytast av økinum við fótbóltsvøllinum við Løkin og inn til Glyvra skúla. 

 

Flytingin, sum fer fram í tímunum frá klokkan 20 til 22 í kvøld fer at merkja, at ferðslan verður tarnað.

 

- Vit heita tí á bilførarar um at vísa størsta varsemi.

 

Í Runavíkar kommunu hava tey í dag eisini eina aðra fráboðan, sum snýr seg um morgindagin, leygardagin 22. november.

 

- Tá verður vegastrekkið frá Glyvravegi 30 yvir til Dalaveg/ Missiónshúsið stongdur fyri allari ferðslu frá kl 8.30, og til arbeiðið er liðugt.

 

Í sambandi við hesa seinnu fráboðanina vísa tey í Runavíkar kommunu til Fjøruvegin.

 

##med2##