Ferðsluruðuleiki í Hvalba

Fleiri bilar fingið skaða, tá lærarar og foreldur royndu at koyra niðan til skúlan.

Hvalba ein góðveðursdag. Skúlin er at hóma mitt á myndini.

- Tað var hvørki gangandi ella koyrandi niðan til skúlan. Brekkan var akkurát sum eitt spegl.


Tað sigur skúlastjórin í Hvalba, Eydna Danielsen, aftaná fleiri bilar komu í trupulleikar í hálkuni í morgun.


Tað hevur verið óvanliga hált í Hvalba og pørtum í Suðuroynni í morgun. Fólk, sum in.fo hevur tosað við í Suðuroynni, siga, at talan helst er um tann dagin í vetur, har vegirnir hava verið hálast.


Støðan var serliga ring í Hvalba, har fleiri bilar fingu skaða í brekkuni niðan til skúlan.  

Millum teirra, ið royndi at koyra niðan, var skúlastjórin. Hon greiðir frá, at ferðsluruðuleiki valdaði í brekkuni.


- Her er ein brøtt og drúgv brekka, ið hevur fleiri sving. Hon var akkurát sum ein spegil at koyra á. Ein førari var so óheppin, at hansara bilur endaði upp á tvørs á vegnum. Bilarnir aftanfyri royndu síðani at bremsa, men tað var so mikið hált, at tað var ómøguligt at steðga. So einir fýra bilar gliðu í hvønn annan.


Eydna Danielsen upplýsir, at hon var stødd longri niðri í brekkuni. Longu har var tað so mikið hált, at tað var óhugsandi at fara til gongu.


- Eg fór úr bilinum fyri at ganga niðan, men tað bar slett ikki til. Kommunumenninir vóru tó skjótir á staðnum, og byrjaðu at salta vegin. So tá bilarnir vóru fluttir, og saltið hevði ligið eina løtu, bar aftur til at koyra niðan.


- Her er vandamikið hált í morgun. Tá eg kom niðan í skúlan, møtti eg einum næmingi, ið var dottin í hálkuni beint uttanfyri skúlan, og hevði fingið ein ordans brest í andlitið.


Skúlastjórin upplýsir, at ein avtala eigur at vera millum Landsverk og kommununa um saltingina av skúlavegnum. Hon veit tó ikki at siga, um manglandi saltingin í morgun er ein orsøk av, at ongin avtala er í løtuni, ella um talan er um eina misskiljing.


Hon fýlist tó á, at hóast tað var óvanliga hált í morgun, so hevur Landsverk ikki ávarað um hálku.


- Tað var óvanliga hált her í Hvalba, men tað var eisini hált aðrastaðni á oynni. Men teir lærarar, ið hava koyrt millum bygdir í morgun siga, at tað ikki tykist at vera saltað nakrastaðni. Harumframt er eingin ávaring komin frá Landsverk, um hálku nakrastaðni á oynni í morgun.

Hvalba ein góðveðursdag. Skúlin er at hóma mitt á myndini.

Hvalba ein góðveðursdag. Skúlin er at hóma mitt á myndini.

Hvalba ein góðveðursdag. Skúlin er at hóma mitt á myndini.

Hvalba ein góðveðursdag. Skúlin er at hóma mitt á myndini.

Hvalba ein góðveðursdag. Skúlin er at hóma mitt á myndini.