Ferencváros: Besta liðið í Klaksvík nakrantíð

Champions League: KÍ skal í annaðkvøld spæla móti ungarska stórfelagnum, Ferencváros

Mynd: (Ferencváros) Spælararnir hjá Ferencváros eru komnir til landið

”Hetta er besta liðið, sum hevur spælt í Klaksvík”, skrivar Jákup Ósá á bolt.fo. Ferencváros telst millum tey sterku feløgini, sum hava verið og vitja í Føroyum. Dreymurin um at koma víðari til 2. undanumfar í meistarakappingini fingu eitt ordans skot fyri bógvin til lutakastið.

 

Úr pottinum kom sterkasta liðið í styrkismetingini. Ungarska stórfelagið, Ferencvárosi TC. Hetta er eitt felag, sum vann sín bólk í Europa League í fjør, og kom til 1/8 finaluna, men tapti móti Bayer Leverkusen.

 

Hetta er annað árið á rað, at KÍ rennur seg í sterkasta mótstøðuliðið av teimum møguligu. Í fjør var tað norska Bodø/Glimt. KÍ kundi havt møtt PFC Ludogorets 1945 (Bulgaria), FK Žalgiris Vilnius (Litava), Shamrock Rovers FC (Írland) og The New Saints FC (Wales).

 

Ferencváros hevur fleiri virðismiklar spælarar í hópinum. Millum annað kann nevnast 30 ára gamli miðvallarin, Mohamed Besic. Hann hevur eina fortíð í Premier League við Everton.

 

Eitt annað navn, sum gongur aftur móti føroyskum liðum, er ísraeliski Mohammad Abu Fani. 25 ár ára gamli miðvallarin hevur spælt 14 landsdystir fyri Ísrael. Ein av teimum var móti Føroyum á Tórsvølli í 2021, tá gestirnir vunnu 4-0.

 

Ferencváros hevur vunnið 34 meistaraheiti og er í løtuni fimm-faldur meistari. Felagið hevur eisini vunnið steypakappingina 24 ferðir. Í Evropa er ein av størstu løtunum, tá felagið vann silur í Cup Winner’s Cup kappingini í 1974/75.

 

KÍ og Ferencváros spæla fyrra dystin í 1. undanumfarinum í Champions League í annaðkvøld klokkan 19.45 í Klaksvík.

 

Mynd: (Ferencváros) Spælararnir hjá Ferencváros eru komnir til landið