Ferguson gott eyga á Huntelaar

Sir Alex Ferguson, sum er venjari hjá Manchester United, vísir nú áhuga fyri hollendska álopsspælaranum Klass-Jan Huntelaar, sum spælir fyri Ajax. Áður hevur United havt áhuga í spanska Fernando Torres, men ein prísur á 300 milliónir er ov høgur fyri enska felagið. Blaðið News of the World heldur seg vita, at United hevur boðið Ajax 115 milliónir krónur fyri Huntelaar, meðan Ajax fyrr hevur boðað frá, at ungi álopsspælarin verður ikki seldur fyri minni enn 200 milliónir krónur.