FF Klettar, sum er føroyska fótbóltsfelagið í Århus, hevur fingið nýggja nevnd. Nakað av útskifting hevur verið í nevndini í ár.
Felagið sigur, at nevndin í FF Klettar nú sær soleiðis út: Brandur Heinason, formaður, Hørður Hentze Johansen, næstformaður, Páll Mortensen, kassameistari, Hans Otto Samuelsen, stuðulsábyrgdarmaður, Beinir Danielsen, dystarsamskipari. Tiltakslimir eru: Hjalgrímur Janusarson Vestergaard og Fróði Ludvig.
FF Klettar varð sett á stovn hin 23. februar í 2013. Í ár hevur felagið meldað eitt 11 manslið til kappingarárið 2018. Frammanundan hevur felagið havt bæði 7 manslið við kvinnum og monnum.
- Sum skilst heldur venjarin, Fróði Ludvig, fram til í summar, og fyrsti dystur felagsins verður hin 8. apríl, sigur FF Klettar í tíðindaskrivi.