Magnus Gunnarsson
Flest øll koma
við eini viðmerking
Tey, sum koyra við Fiat Multipla, verða skjótt greið um, at tað er sera lætt at koma í samband við fólk, tí øll hava okkurt at siga um útsjóndina á bilinum. Heldur ikki er vandi fyri, at tað ikki verður lagt merki til tín. Hetta er væl skiljandi, tí Multipla hevur eitt so øðrvísi design, at flest øll mugu koma við eini viðmerking.
Mátin, sum Multipla er gjørdur uppá, er genialur. Meðan flestu 6 persónabilar hava setrini býtt í trý røð, kann Multipla hava seks persónar á tveimum røðum, har tey hava hvør sítt setur við góðum plássi. Stólarirnir kunnu leggjast niður og brúkast sum borð, eins og baksetrini kunnu takast út. Lætt er at koma inn og út gjøgnum tær breiðu hurðarnar. Dúrkið er púra slætt, og nógv smá rúm eru til at leggja ting frá sær í. At innaru hurðahandtøkini eru so stór, er ein góð hjálp í vindi, tá tað kann vera skjótt at missa hurðina.
Stuttur, breiður
og høgur
Tá ein bilur er høgur, hevur breiddin stóran týdning fyri koyrieginleikarnar, tí breiðari bilurin er, lægri verður tyngdarpunktið, og betri klárar bilurin seg í svingum. Multipla er 399 cm langur, 187 cm breiður og 167 cm høgur. Undarlig mát fyri ein familjubil, men Multipla er sera stúttur í svingum og koyrieginleikarnir er heilt í topp.
Hjá bilføraranum er alt væl innrættað, man skal tó venja seg við, at øll instrumentini eru í miðjuni á instrumentborðinum, men allar kontaktir og tað, tú hevur brúk fyri undir koyring, er har tað skal vera. Rættið kann stillast í hædd, og førarasetrið kann stillast 4 cm uppeftir. Forlyktirnar eru í trimum hæddum. Langljósini eru ovast, líka undir forrútinum, nærljósini eru í vanligari hædd, og toklyktirnar í kúfangaranum.
Standardútgerðin er eisini umfatandi við t.d. ABS bremsum, airbag framman og í síðunum, elektroniskari startsperru, servostýring, sentrallás, el-rútum framman, el-síðuspegl við varma.
Multipla, sum fæst við bensin og dieselmotorum, er ein praktiskur, spennandi og øðrvísi bilur.
Fiat Multipla
1.6 100 SX
Motorurin4 syl bensin 16V 103 HK
0-100 km/t12,6 sek.
TrekkFramman/5 gear
BremsurSkivur framman og trumlur aftan
Dekkstødd185/65-15
Stødd og vekt
Longd399 cm
Breidd187 cm
Hædd167 cm
Eginvekt 1275 kg
Viðførisrúm430 litrar
Prísur kr. 169.600
Aðrar útgávur
1.6 l 100 ELX 16V bensin. kr. 184.600
1.9 l 105 SX JTD diesel kr. 194.600
1.9 l 105 ELX JTD diesel kr. 208.600
Søluumboð
Bilfríðkan
Smiðjugerði
FO-110 Tórshavn